Heystfagnaðurin er stórur í Hólmanum

TB við fleiri lokalum spælarum var leingi heilt væl við, men so endaði tað við 5-2 heimasigri, ið ber við sær, at tað mest sum er avgjørt, at EB/Streymur eisini í 2022 verður í bestu deildini

Tað er heystfagnaður á Eiði í hesi vikuni, og tað er serligur fagnaður í góðveðrinum í Hólmanum, har EB/Streymur hevur vunnið 5-2 ímóti longu niðurflutta TB. Sigurin ber við sær, at EB/Streymur undan trimum teimum seinastu umførunum hevur 22 stig. Tað eru seks stig og betri málmunur aftur til ÍF, sum er á níggjundaplássi og harvið á niðurflytingarplássi.

 

Merkisvert var tað, at TB í dag hevði seks føroyskar spælarar millum teir fyrstu ellivu, at støðan var 2-2, inntil tað restaði ein hálvur tími, og at heimaliðið var frammanfyri 3-2 til tað restaðu fýra minuttir.

 

Eitt stórt korter var farið, tá ið Samudeen Musah legði TB á odda 1-0. Uppleggið átti 19 ára gamli Jóhan Renéson Thomsen, sum fyri aðru ferð í ár var millum teir fyrstu ellivu.

 

Tríggjar minuttir seinni javnaði EB/Streymur til 1-1. Málskjútti var Árni G. Olsen, og Ronnie Møller-Iversen átti uppleggið. Átta minuttir seinni var Ronnie Møller-Iversen málskjútt, tá ið EB/Streymur legði seg á odda 2-1. Tá var tað Jóhann Hansson Joensen, sum átti uppleggið.

 

Í fyrsta álopinum eftir steðgin var tað Jóhan Renéson Thomsen, sum javnaði fyri TB. Hetta var fyrsta málið yvirhøvur, sum hann hevur skorað í bestu deildini.

 

Tað var 2-2, inntil tað restaði eitt korter. Tá vann Jóhann Hansson Joensen brotsspark uttarlaga í brotsteiginum í vinstru. Ragnar B. Danielsen umsetti trygt úr 11 metrum til 3-2.

 

Spenningurin helt sær, og tá ið EB/Streyma miðvallarin Báður Olsen sá gult fyri aðru ferð og harvið varð vístur av vøllinum, lá tað í luftini, at tað kundi verða heilt spennandi. Hóast teir vóru fleiri, so megnaðu teir í TB ikki at fáa leikliga yvirvág, og tá ið Musah Armah seks minuttir undan leikloki sá gula kortið fyri aðru ferð, var tað aftur manningarliga javnt.

 

Og sum so mangan fyrr í ár so skrædnaði tað hjá TB fram ímóti dystarenda. EB/Streyma liðformaðurin setti bóltin í málið til 4-2 eftir upplegg frá Jóhann Hansson Joensen, og tveir minuttir seinni átti Jóhann aftur uppleggið, tá ið Niklas Kruse staðfesti 5-2 sigurin, sum kann fara at vísa seg at vera heilt avgerandi í kappingini um at sleppa undan niðurflyting.

 

Sambært skránni fara TB og EB/Streymur at hittast aftur mikudagin. Talan er um útsettan dyst í Trongisvági.