Heystið ger um seg

Eitt lágtrýst er á veg í ein landnyrðing millum Ísland og Føroyar. Í nátt fór ein tilhoyrandi hitabrúgv fram við Føroyum og í kvøld fer so tann tilhoyrandi kuldabrúgvin framvið úr vestri. Hósdagin fer fyrst eitt veikt brúgvala og síðani ein veikur hátrýstsryggur fram við Føroyum av útsynningi. Fríggjanáttina kemur eitt nýtt brúgvalag við regni inn yvir landið av suðri og tað tilhoyrandi lágtrýstið kemur um vikuskifti inn yvir landið av vestri.

 

Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, og harðar hvirlur. Skýggjað og stundum regn. Mikunáttina klárar tó nakað í, men kortini ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 stig.

 

Í morgin verður lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, seinni av vestri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s, fyrrapartin upp í hvassan vind, 15 m/s, í støðum. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina makar hann vindin í lot til andøvsgul, undir 6 m/s, av ymsum ættum. Fyri tað mesta turt og samdrigið. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Hósdagin verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Eitt bil skýggjað, regn ella ælaveður, men annars turt og sólglottar. Um náttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, og sum frá líður fer at regna. Hitin alt samdøgrið millum 9 og 12 stig.

 

Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av suðri, 4 til 8 m/s, sum makar niður í fleyr til gul av ymsum ættum, undir 5 m/s. Fyrst skýggjað og regn, seinni samdrigið og ælaveður. Hitin alt samdøgrið millu 10 og 13 stig.

 

Leygardagin verður fleyr til gul av ymsum ættum, undir 5 m/s, sum øtlar eitt vet í lot til andøvsgul av landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Eitt skifti sólglottar, men møguliga ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 stig.

 

Sunnudagin verður lot til andøvsgul av landnyrðingi, sum snarar í ein landsynning, 3 til 8 m/s. Sólglottar, men eisini møguliga ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 stig.