HF stóri vinnarin

Hjá gentunum var Havnar Fimleikafelag eisini stóri vinnarin. Tær vóru einasta felagið, ið luttók bæði við einum a- og einum b-liði, og tær fingu ikki minni enn gull og bronsu. FM-heitið hjá gentunum gevur eisini atgongd til HM kappingina, sum verður longu um tríggjar vikur

Inga Thorkildshøj hevur verið venjari hjá gentunum í nógv ár, og hevur fylgt teimum líka frá smágentualdrinum. Hon hevur verið til kapping í Danmark við teimum tvær ferðir fyrr, og báðu ferð vóru tær langt fremstar.
Men í ár valdi Fimleikasambandið at royna nakað nýtt, og í staðin fyri at senda genturnar til Damarkar, har støði á fimleikinum er lægri enn í Føroyum, sleppa genturnar í ár við til HM. Hetta varð kunngjørt fyri stuttari tíð síðani. Og um tríggjar vikur skulu genturnar avstað.
Vit kunnu ikki fara avstað við seriuni, sum vit nýttu til FM, tí krøvini til HM eru strangari. So vit noyðast at nýta hesa vikuna til at broyta seriuna, soleiðis, at hon lýkur altjóða krøvini, og so mugu vit taka tvær tær næstu vikurnar at venja hana í, greiðir Inga frá.
Hon sigur, at hetta er fyrsta árið, at eitt tílíkt HM í juniordeildunum verður roynt, og tí er ilt at vita hvat man skal vænta sær.
Vit vita einki um ungu liðini í hinum londunum. Men við at hyggja at seniorliðunum, kunnu vit ganga út frá, at støði er ótrúliga høgt. Men eingin veit sum sagt nakað um støðið hjá teimum yngru, og tí taka vit fyrst og fremst hendan túrin sum eina uppliving, sigur Inga.
Hon sigur at genturnar eru øgiliga spentar og gleða seg at sleppa avstað. Men áðrenn tær sleppa so langt, liggur nógv venjing fyri framman.
Vit fara at taka teir eyka venjingartímarnar sum vit fáa, tí vit hava ikki serliga langa tíð at læra broyttu seriuna. Hon má gerast torførari, og onkrar samansetingar mugu eisini broytast, fyri at hon skal lúka krøvini, sigur Inga Thorkildshøj at enda.