Hann er vorðin 65 ára gamal. Joseph Hickersberger varð ein vónríkur 42 ára gamal venjari tann 12. september í 1990, tá Eysturríki fekk sítt søguliga ringasta úrslit nakrantíð. Torkil Nielsen søkti Hickersberger og Eysturríki við einum minniligum máli.
Nú er Joseph Hickersberger staddur í Føroyum. Uppgávan hjá honum er at verða viðmerkjari/serfrøðingur hjá eysturríkskum sjónvarpi. - At vitja Føroyar, sum ferðamaður hevði so ikki komið uppá tal, sigur Hickersberger við tað stóra eysturríkska blaðið "Kurier".
Seinastu góðu fjórðingsøldina hevur Torkil Nielsen runnið undan bæði føroyskum, eysturríkskum og útlendskum miðlum annars, fyri at sleppa undan at tosa um eina ta størstu sensasjónina í fótbóltssøguni nakrantíð. Joseph Hickersberger hevur hinvegin havt tað alt annað enn stuttligt, m.a. við at verða nevndur "Färöer-Pepi" - Føroya-Pepi hesi farnu 23 árini, og støðugt verða mintur á skommina í Landskrona.
Eysturríkarar knógvaðu heldur ikki Føroyar fyri fimm árum síðani á Tórsvølli, tá liðini spældu javnleik 1-1.
Í annaðkvøld kann Eysturríki so skriva søgu við at vinna á Føroyum á fyrsta sinni uttanfyri Eysturríki. Heima í Eysturríki hevur gingið eftir vild. Í mars vann Eysturríki 6-0, í 2008 vann Eysturríki 3-1, og í 1991 vann heimaliðið 3-0.