Tað sigur Hickersberger sjálvur við bløð í Eysturríki.
Josef Hickersberger var venjari hjá Eysturíki, tá ið Føroyar vunnu tiltikna dystin í Landskrona í 1990, og eftir tapið misti hann starvið. Í 2006 gjørdist Josef Hickersberger aftur landsliðsvenjari hjá Eysturríki, men í summar fór hann úr starvinum aftur.
- At vit endaðu aftur í bólki saman við Føroyum, var ein av orsøkunum til, at eg ikki longur eri venjari hjá eysturríska landsliðnum, sigur Josef Hickersberger.
Leygardagin spæla Føroyar og Eysturríki á Tórsvølli í Havn.
- Eg ætli mær at hyggja eftir dystinum í sjónvarpinum, og líkamikið hvussu úrslitið verður, so verði eg fegin um, at eg ikki eri har. Eg vil als ikki verða mintur á dystin fyri 18 árum síðani, sigur Josef Hickersberger.