Hiddenfjord hevur økt kryvjiorkuna

- Útbyggingin er gjørd fyri at kunna fáa nógvan fisk gjøgnum, tá tørvurin er mestur, sigur stjórin.

Á kryvjivirkinum hjá Hiddenfjord í Sørvági er ein nýggj kryvjimaskina sett upp aftrat teirri, sum var frammanundan.

 

- Hetta tryggjar ikki støðugari arbeiði, men ger, at vit kunnu økja orkuna munandi, tá tørvur er á tí, sigur Atli Gregersen, stjóri.

Hann vísir á, at útbyggingin meira er gjørd fyri at kunna fáa nógvan fisk gjøgnum, tá tørvurin er mestur.

Umráðandi er, sigur Atli, at kunna taka nógvan fisk, tá prísurin er góður. Kryvjingin skal ikki vera ein fløskuhálsur, sum ger, at eftirspurningurin ikki verður nøktaður.

- Tá prísurin er høgur, kunnu vit fáa nógv út upp á stutta tíð. Eisini hava vit møguleika fyri at leggja arbeiðið soleiðis til rættis, at vit kunnu taka nógvan fisk beint upp undir avskiping, sigur stjórin, Atli Gregersen.

Heimasíðan hjá Fiskaaling, sum ber hesi tíðindi, veit í dag at siga, at framleiðslan hjá Hiddenfjord er økt úr 5.000 til 10.000 tons eftir trimum árum.