Hiddink heldur fram í Russlandi

Hollendski fótbóltsvenjarin Guus Hiddink heldur fram sum landsliðsvenjari hjá Russlandi. Í farnu viku tapti Russland EM-dyst ímóti Onglandi, men í russiska fótbóltssambandinum eru tey so væl nøgd við arbeiðið hjá Hiddink, at sáttmálin við hann er longdur fram til 2010.

- Vit eru í holt við at byggja eitt nýutt lið upp, og tað er av týdningi, at vit halda fram við hesum arbeiðnum, sigur Hiddink.