Highlander – størsti SUV hjá Toyota  

Talan er um hybridbil, og tøkniliga samansetingin av bensinmotori og elmotori ger Higlander til tann heilt optimala bilin.

 

Reyni Service hevur fingið teir fyrstu Toyota Highlander, sum er tann størsti SUV hjá Toyota.

 

Toyota Highlander kom fyrstu ferð á marknaðin fyri meira enn 20 árum síðan, men teir hava ongantíð verið seldir her áður. Teir eru væl kendir aðrastaðni, eitt nú á amerikanska marknaðinum.

 

Highlander er ein stórur luxus 7-persóna SUV. Hann er longri og breiðari enn Toyota Land Cruiser, men 10 sentimetrar lægri.

 

Talan er um ein hybridbil, og tøkniliga samansetingin av bensinmotori og elmotori ger Higlander til tann heilt optimala bilin, hvat komforti og økonomi viðvíkur. 

 

Bilurin hevur 2,5 litra bensinmotor við 248 hk og koyrir úr 0-100 km/t eftir 8,3 sekundum. 

 

Hybridkonseptið virkar soleiðis, at bensinmotorurin og el-motorurin supplera hvønn annan og syrgja fyri, at bilurin altíð koyrir optimalt, bæði hvat kraft, økonomi og umhvørvisvernd viðvíkur. 

 

##med2##

 

Kabinan er stór og flott við sjey leðurbetrektum sitiplássum og panorama sóltaki.

 

Tað er sum at ferðast á fyrsta flokki við t.d. 7” TFT-display framman fyri bilføraran, 12,3” multimediedisplay, satellitnavigation og Apple CarPlay® og Android Auto™ samanbinding, 3-zonu klimaanlegg, seturhita við ventilatión í forsetrunum, 1.200 Watt, 11 hátalarar, JBL-ljóðsystem og tráðleysari uppløðing av telefonini.

 

Bilurin er ein AWD-i, ið er væl egnaður bæði sum familjubilur og sum hýruvognur.

 

Prísur úr kr. 685.850.

 

Toyota Highlander er ein koyriuppliving í serflokki, og bilurin kann síggjast og roynast hjá Reyni Service. 

 

##med3##