Hildu at barn var dottið á sjógv

Í gjár fekk løgreglan eina frá boð um, at eitt barn møguliga varð dottið á sjógv

Tíbetur endaði tað væl, men løgreglan valdi at binda um heilan fingur, tá ein maður boðaði frá, at ein plastikk spælitraktorur stóð við bryggjukanti og at lastin, sum hoyrdi til fleyt á sjónum. 

Leiting varð alt fyri eitt sett í gongd, men eftir at hava tosað við fólk í nærumhvørvinum varð greitt, at hesin traktorurin hevði ligið har í økinum í nakrar dagar.

– Leitingin varð tí avblást, men vit vildu heldur binda um heilan fingur, sigur vaktleiðarin í á politistøðini.

Í nátt steðgaði løgreglan einum bilførara í høvuðsstaðarøkinum, sum varð skuldsettur fyri at koyra bil ávirkaður av rúsevnum.

Annars hava fólk skikkað sær væl í býarlívinum í nátt, sigur vaktleiðarin.

Ein bilføarari fekk í nátt klipp í koyrikortið fyri at koyra ímóti ferðsluni kring Essabarr á Áarvegnum í Havn.