Fyri eini løtu síðani hildu tey, at tað var eldur í úti í Nólsoy. Í roynd og veru vóru tað løgreglufólk á ovastu hædd á løgreglustøðini í Havn, sum sóu nógva royk norðast á Nólsoynni. Tey sóu at eitt hús var mitt í rokilsinum, og tískil varð boðað frá eldi.
Nólsoyingar skundaðu sær norður, men tá ið tey komu á staðið, vísti tað seg, at talan var um ein mann, sum hevði drigið gamalt hoyggj út úr einum seyðhúsi, og hevði sett eld á tað uttan fyri, fyri at sleppa av við tað. Tað var hetta, sum elvdi til allan roykin, men tá greiða varð fingin á støðuni, var eldávaringin avblást beinanvegin.