Hondbóltur
Tað er einki at ivast í, at talan var um nógvar fegnar Neista-leikarar eftir sigurin á StÍF sunnudagin.
Ein teirra var Helgi Justinussen, og hann var ikki í iva um, at tað nú bara er gullið, sum telur hjá liðnum. Ikki minst eftir at tað skuldi eydnast liðnum at vinna ein dyst sum hendan, har teir fyri ein stóran part lógu væl og virðliga undir mótstøðuni.
- Eg vóni í øllum førum, at hetta var júst tann sigurin, sum kann geva okkum seinasta skumpið frameftir. Vit spæla kanska ikki so væl, men hetta eigur at vera nakað, sum vit kunnu brúka positivt í komandi dystunum.
Um orsøkina til sigurin helt Helgi, at hetta fyrst og fremst komst av, at Neistin í størri mun enn mótstøðan megnaði at halda høvdinum kalt.
- Fyrr í ár hava vit ofta havt trupulleikar av, at vit tveita nógvar bóltar burtur seinastu løtuna. Vit hava tosað nógv um, at vit mugu halda høvdinum kalt hesa løtuna, og tað eydnaðist eisini hesaferð, við einum undantaki. Tað vísir seg ofta, at dystirnir verða avgjørdir seinastu tíggju minuttirnar, og sjálvt um vit ikki hava nakað serstakt taktist upplegg til hesa løtuna, so er tað ein lutur, sum vit hava arbeitt sera nógv við seinastu tíðina.
- Og so stríddust vit eisini sera væl, og vit vístu, at vildu vinna. Tað sá annars heilt vónleyst út eina løtu, men tá vit so fingu nøkur mál, samstundis sum teir fáa onkra býtta útvísing, so koppar tað til okkara veg, staðfesti Helgi Justinussen, sum nú saman við liðfeløgunum kann fyrireika seg til tveir dystir, sum kunnu tryggja liðnum gullið. VÍF í Vesmanna og Kyndil í Havn, áðrenn kappingin verður rundað av við útidysti móti H71.