Hildu ikki korona-tilmælið: Skeinkistøð høvdu opið langt út á náttina

Gongd er komið á náttarlívið aftur

Nógv fólk var í býnum í gjárkvøldið og í nátt – og tey høvdu eisini nakað at fara til.

Í sambandi við korona, eru tey almennu tilmælini, at matstovur og skeinkistøð, skulu lata aftur klokkan 22 á kvøldi.

Tað tilmælið varð eisini hildið leingi, men fyri nøkrum vikum síðani fór at dragna og tey fóru at hava opið til á midnátt, og nakað eftir tað.

Og løgreglan sigur, at eisini í gjárkvøldið høvdu tey opið væl longru enn tey mælt verður til at tey skulu hava opið.

Tað var nakað eftir midnátt, at tey fyrstu lótu aftur, men vit løgdu eisini merki til, at onkrastaðni var opið til út ímóti klokkan fýra í nátt.

Eftir lógini skulu tey lata aftur klokkan fýra. Av tí, at talan bara er um eitt tilmæli frá myndugleikunum, at tey skulu lata aftur klokkan 22, ger løgreglan ikki nakað við tað, at tey hava longri opið, tí tað hava tey loyvi til.

Undir allari korona-kreppunu, hevur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, havt ta støðu, at landsstýrið vil ikki seta tiltøk í verk við lóg. Ístaðin hava tey givið nøkur tilmæli og so hava tey havt álit á, at fólk fylgja teimum.

Men á tíðindafundi í gjár, skifti hann kós, tí tá boðaði hann frá, at landsstýrið arbeiðir við at útvega sær lógarheimil til at áleggja skeinkistøðum at lata aftur eina ávísa klokkutíð.

Hann segði, at skulu vit hugsa um smittuspjaðing, eru skeinkistøð og dansistøð tað vandamiklasta av øllum, tí tað krevst bara, at eitt smittað fólk fer á eina barr, so kann tað seta rættiliga ferð á smittispjaðingina aftur, sigur løgmaður.

Hann sigur, at tað kann verða ein galin endi, tí á einum skeinkistaði, ella einum dansistaði, er tað vónleyst at fáa greiði á, hvønn tann smittaði hevur havt samband við, og tí er eisini vónleyst at fylgja smittuketuni fyri at fáa bilbukt við henni.

Les meiri um tað her: Korona: Hetta er tað vandamiklasta av øllum