Hildu ikki Ríkinum á pínubeinkinum

Hatta, sum hendi við teldusipanini, var sjálvandi eitt keðiligt óhapp, men tað var rættað áðrenn úrslitið í Havn fyriá og ávirkaði tí ikki, nær samlaða úrslitið varð klárt, sigur Jógvan Jespersen, Kringvarpsstjóri

Tað ljóðaði ta einu løtuna í gjárkvøldið, at alt tað danska Ríkið bíðaði eftir eini telduskipan hjá Kringvarpinum, sum meiri ella minni var kollapsað. Men hesum avvísir Kringvarpsstjórin, Jógvan Jespersen.

- Tað er rætt, at talan var um ein feil í skipanini, men hesin varð rættaður, áðrenn úrslitið úr Havn frilá og ávirkaði tí ikki, nær samlaða úrslitið varð klárt, sigur hann.

Kringvarpsstjórin greiðir frá, at talan er um somu skipan, sum er nýtt til fleiri undanfarin val. Skipanin verður rættað til til hvørt val og ein royndarkoyring gjørd.

- Vit nýta undanfarna val at testa skipanina við. Vit nýta tøl og teldur og alla aðra útgerð til at simulera undanfarna val, og tá vit gjørdu tað, varnaðust vit, at sjey tey seinastu valevnini á Sambandslistanum komu ikki við. Hetta varð síðani rættað, men av einari ella aðrari orsøk fevndi rættingin ikki um samanteljingarskipanina, sigur Jógvan Jespersen.

Hann sigur víðari, at talan er um eina skipan, sum Formula hevur ment, og at Kringvarpið hevur fólk uttanífrá at handfara skipanina tá val er, men at teir sjálvandi hava sínar egnu tøkningar tengdar at hesum.

- Ikki fyrr enn úrslitið í Nólsoy fyrilá og skipanin vísti, at Bjarti Thomsen onga atkvøðu hevði fingið, ánaðu vit, at okkurt var galið, tí vit vistu, at Bjarti hevði fingið persónligar atkvøður har úti, sigur Jógvan Jespersen.

 

Ikki ávirkan á tíðina

Men Kringvarpsstjórin strikar undir, at hesin kiksarin ikki hevur hildið øllum tí danska Ríkinum sum gísla í longri tíð.

- Tað hevur týdning at leggja dent á, at hetta ikki seinkaði samlaða úrslitinum, og at feilurin var rættaður, áðrenn úrslitið úr Ítróttahøllini á Nabb í Havn fyrilá, sigur Jógvan Jespersen.

Og nakað kann vera um hetta, tí at leingi sá út til, at 38 atkvøður í Havn ikki vóru komnar til sættis, og haraftrat mátti almenna úrslitið úr Havn bíða, til ein blekkpatrón varð fingin til vega úr einum bili uttanfyri Norðurlandahúsið, so endaliga úrslitið kundi prentast út og kunngerðast.

- Hóast valhølini í Føroyum eru opin ein tíma seinni enn í Danmark, eru vit vanliga lidnir at telja saman um somu tíð, sum størstu valstøðini í Danmark. Og soleiðis var eisini hesaferð. So hóast hetta var ein keðilig hending, so seinkaði hon ikki endaliga úrslitinum úr Føroyum, sigur Jógvan Jespersen, Kringvarpsstjóri, sum eisini váttar, at tíðin er farin frá, at sita og skriva úrslitini niður við hond eisini.