Hillary Clinton í Keypmannahavn

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, er komin til Keypmannahavnar. Í morgun var hon á rundferð í havnini í Keypmannahavn saman við danska starvsbróðuti sínum, Villy Søvndal, og síðani fór hon á Amalienborg at hitta Margrethu drotning.

Seinnapartin skal Hillary Clinton í forsætismálaráðið at tosa við Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra og Villy Søvndal, uttanríkisráðharra. Hon skal halda røðu á Christiansborg seinnapartin, har grønur vøkstur er evnið.

Hillary Clinton er á rundferð til fleiri lond, og hon skal millum annað til Oslo og Stockholm.