Hillary Clinton undir trýsti

Hendan myndin kann kosta Hillary Clinton valið.

Amerikanska forsetavalevni, Hillary Clinton, er komin rættiliga í andglettin í heimlandinum, nú hon mátti skundast av minningarhaldi fyri 9/11 yvirganginum, orsaka av sjúku. Hendan myndin kann kosta henni valið. 

 

Leingi hevur verið tosað um, at Hillary Clinton er ov sjúk til at gerast forseti í USA. 

 

Lungabruni sigst vera orsøkin til, at Hillary Clinton mátti fara frá minningarhaldinum í gjár. Hvussu er og ikki, so er lítil ivi millum valserfrøðingar um, at hetta kann skaða valstríðið hjá forsetavalevninum. 

 

Hon hevur í kjalarvørrinum av hesum avlýst fleiri tiltøk, sum vóru á skrá í samband við valstríðið. 

 

Við DR sigur adjuktur í amerikanskum studium, Kasper Grotle Rasmussen, at man má minnast til, at hetta er longsta valstríðið, sum hevur verið - helst nakrantíð - og at Hillary Clinton hevur ført valstríð longri enn Donald Trump. Hann vísir á, at valstríðið til amerikanska forsetavalið er sera hart og kann tí væl hugsast at ávirka heilsuna.