Hillary Clinton vinnur í veljarakanning

Um amerikanarar skuldu til val í dag, hevði frú Clinton vunnið á republikanaranum Rudolph Guiliani við 51 prosentum í móti 43, vísir nýggj amerikansk veljarakanning Kanningin, sum er gjørd av Washington Post og ABC News, vísir at Hillary Clinton vinnur, tí at tey sum hvørki kenna seg sum republikanara ella demokrat heldur vilja hava Clinton.

Kanningin vísir eisini, at amerikanarar ikki vænta, at Hillary Clinton fer at føra sama politikk sum Bill Clinton. Tveir triðingar av teim spurdu hildu, at hon fór at føra ein øðrvísi politikk.

Hillary Clinton liggur heili 33 prosentstig framman fyri sín harðasta kappingarneyta í demokratiska flokkinum, Barack Obama