Nú er tað greitt, at tað verður senatorurin úr Virginia Tim Kaine, sum verður varaforsetavalevni hjá Hillary Clinton og demokratiska flokkinum á forsetavalinum í USA áttanda november.
At Tim Kaine tosar spanskt verður roknað at vera stórur fyrimunur, tí sum á undanfarnu forsetavalum so verður tað eisini í heyst avgerandi, hvønn mongu veljararnir við ættarbondum til Latínamerika fara at velja.
Tað verður eisini roknað at hava stóran týdning, at Tim Kaine er úr Virginia, sum er ein av so nevndu svingstatunum. Tað vil siga, at tað hevur alstóran týdning at vinna júst henda statin.
Tim Kaine verður roknaður at vera rættiliga konservativur demokratur. Harvið verður hann mettur at hava møguleika at vera við til at vinna veljarar, sum annars høvdu atkvøtt fyri meiri konservativa republikanska flokkinum.
Tað verður á floksfundi hjá demokratunum í næstu viku, at Hillary Clinton verður kosin at vera forsetavalevni hjá demokratunum. Í fyrradagin varð Donald Trump kosin at vera forsetavalevni hjá republikanarunum.
Í gjár vísti ein veljarakanning, sum Ipsos hevði gjørt fyri Reuters, at tað stendur á jøvnum millum Hillary Clinton og Donald Trump.