Tað verða helst senatorurin og fyrrverandi borgarstjórin í New York, sum fara at stríðast um forsetaembætið.
Hjá demokratunum í USA er spurningurin, um flokkurin skal stilla Hillary Clinton ella Barrack Obama upp á forsetavalinum næsta ár. Republikanararnir hava harafturímóti fleiri at velja ímillum, men oddafiskarnir eru eftir øllum at døma Rudolph Giuliani, Mitt Romney og John McCain.
Er ein nýggj meiningakanning eftirfarandi, vilja 35 prosent av teimum demokratisku veljarunum hava Hillary Clinton, senator í New York, til forsetavalevni. Barrack Obama, sum eisini er senatorur, fær stuðul frá 26 prosentum.
Millum teir republikonsku veljarararnar hevur Rudolph Giuliani, fyrrverandi borgarstjóri í New York, størstu undirtøkuna. 25 prosent vilja hava hann til forsetavalevni hjá republikanarunum, 16 prosent vilja hava guvernørin Mitt Romney, og 15 prosent siga senatorin John McCain vera tað besta valevnið.