Liðið hjá Daniel Johansen og Adrian R. Justinussen, Hillerød vann niðara endaspælið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 52 stigum. Hillerød endaði 13 stig frammanfyri næstfremsta liðið, Hobro.
Daniel og Adrian vóru 62 minuttir á vøllinum, tá Hillerød í seinasta dystinum hetta kappingarárið á heimavølli vann 3-1 á Vendsyssel FF. Vendsyssel var á odda 1-0 í steðginum, men Hillerød skoraði millum 61. og 66. minutt trý mál upp á fimm minuttir.
Í júst farna kappingarárinum spældi Adrian 30 dystir og skoraði 13 mál. Daniel spældi 25 dystir og skoraði trý mál.