Hilmar Heinesen er deyvur: Hevur verið við sjey skipum, sum gingu burtur

Tað eru fleiri dømi um, hvussu væl fólk hevur klárað seg, hóast tey hava havt eitt ella annað brek. Tað eru fleiri dømir um blindar fiskimenn, sum ikki vóru stórvegis tarnaðir av hesum breki. Hesa ferð hava vit søguna um tann 98 ára gamla Hilmar Heinesen, sum er deyvur. Men kortini hevur hann havt eitt gott lív, eisini sum fiskimaður

Hilmar Rudolf Heinesen var føddur 7. desember 1910 í Miðvági. Foreldur hjá honum vóru Sofía Petersen av Steig í Sandavági og Rasmus Heinesen, skómakari, á Ryggi í Miðvági

Tey fingu umframt Hilmar hesi børn:

· Sunneva, fødd í 1900, deyð í 1904

· Kristiane, fødd 1901, deyð 1988, gift við Tummas Nielsen í Sandavági

· Herdis, fødd 1903, deyð 1979, gift Kristin Mortensen á Tvøroyri

· Jóan Hendrik, føddur 1903, deyður 1983, ógiftur, búði í Miðvági

· Petur, føddur 1906, deyður 1983, giftur við Lenu Ole-Jacobsen (1907-58) úr Bø, búðu í Miðvági

· Gudmund, føddur 1917, deyður 1991, giftur við Gerdu úr Haderslev, búði í Miðvági

· Rigmor, fødd 1920, deyð 2006, ógift, búði í Miðvági

 

Tað gjørdist foreldrum hansara skjótt greitt, at Hilmar var deyvur. Um Hilmar er føddur deyvur ella er vorðin deyvur av møguligari barnasjúku er ikki heilt greitt, men sum deyvur kundi hann ikki fara í vanligan bygdaskúla. Tessvegna máttu foreldur hansara finna annan útveg at fáa Hilmar í skúla, tí í skúla skuldi hann. Tað hevði stóran týdning fyri foreldrini at Hilmar lærdi at lesa, skriva, rokna og annars at “beganga” seg í samfelagnum.

Funnið varð fram til Deyvaskúlan í Fredericia, og var tað presturin í Vágum tá, Gudmundur Bruun, ið hjálpti teimum at fáa Hilmar inn á henda deyvaskúla í 1918.

Hilmar minnist, at pápin og hann fóru við árabáti út til Smiril, tí eingin kei var tá í Miðvági. Í Havn gistu teir á KFUK.

 

Sá ikki sína familju

í seks ár

Dagin eftir fer pápin við Hilmari við DFDS ferðamannaskipinum Botniu til Danmarkar.

Skipið legði inn í Bergen, har tað lá í ein dag. Men víðari ferðin til Danmarkar mátti siglast innaskerð, tí nógvar minur vóru í Skagerak og Kattegat orsakað av heimsbardaganum.

Dagin eftir at Hilmar var komin á Deyvaskúlan, fór pápi hansara heim aftur. Tey fyrstu tvey árini búðu Hilmar á skúlanum. Síðan fór hann saman við tveimum øðrum dreingjum at búgva hjá eini familju við fýra børnum.

Hilmar slapp ikki sum hinir næmingarnir heim í jóla- páska- og summarferium.

Men tá fór hann skiftivís heim við øðrum deyvum, donskum dreingjum, sum búðu í Varde, Holsterbro og Viborg.

Hilmar kom ikki til Føroyar aftur fyrr enn í 1924, tá ið hann kom heim í feriu í seks vikur. Fosturmamman fylgdi honum til Keypmannahavnar, og hann kom heim við Sleipner. Kahúttsjomfrúin ansaði eftir honum umborð. Hann var sera spentur at koma heim, men hann kendi ikki mammuna, tá ið hann kom heim. Tá hevði hann eisini verið burtur í seks ár. Tað er long tíð hjá einum smádrongi.

Á ferðini niður aftur, hesu ferð við DFDS skipinum “Island”, fylgdist hann við Dagmar Joen­sen Næs, sum var systkina­barn Hilmars. Her kann vera skoytt uppí, at onnur kend systkinabørn hansara vóru Søren Danielsen, løgtingsmaður, og Mikkjal á Ryggi, lærari og skald.

Ligið var ein dag í Leith í Skotlandi, og tá fóru tey ein túr til Edinburgh. Hilmar minnist væl, at tey vitjaðu Edinburgh Castle.

Niðurafturkomin fór hann aftur á Deyvaskúlan í Fredericia. Í 1925 kemur systur hansara Herdis til Fredericia, har hon fekk hús­pláss hjá lærarinnu teirra frk. Christian­sen. Á deyvaskúlanum lærdi Herdis hond-teknmál, soleið­is at hon og Hilmar kundu samskifta.

Hilmar verður fermdur í Trinitatis Kirkjuni í Fredericia saman við øðrum deyvum. Tveir dagar seinni fara hann og Herdis aftur til Føroyar. Tey ferðast hesaferð við nýggja Tjaldrinum.

 

Vaksnamannalívið byrjar

Hilmar er nú heima hjá foreldrun­um og ger fyrifallandi arbeiði, men í 1929 fer hann í snikkarlæru í Miðvági. Tíverri fyri Hilmar gjørdust tíðirnar so ringar, at hann kundi ikki halda fram sum lærlingur har. Hetta var stórt spell, tí honum dámdi so sera væl snikkaraarbeiði, og hann var framúr hegnigur.

Í 1929 hava tveir brøður hans­ara keypt sær bát, eitt 8-manna­far við motori, og rógva teir út við hesum báti í nøkur ár.

Men Hilmar hevði áræði og vildi royna okkurt annað. Hann royndi at sleppa til skips. Mammu­beiggi hansara, Sofus Petersen í Sandavági, eisini nevndur Sofus á Steig, var skipari á Ondine. Hetta var ein fransaskonnart, sum Sofus átti saman við Balslev & Goos í Havn.

Hilmar greiðir frá, at hann hevði so góðan hug at sleppa til skips, og hann vildi hava mammuna at spyrja fyri seg hjá skiparanum á Ondinu. Hetta var í 1931. Men mamman segði nei. Hann kundi sjálvur fara at spyrja. Hann skrivar so á ein pappírs­lepa: “Maa jeg komme med dig paa fiskeri?” Skiparin skrivar beinanvegin: “Du skal være velkommen!”

Í mars mánaða fara teir til Íslands og koma fullfermdir heim aftur seinast í mei mánað. Fyrst í juni fara teir til Grønlands og koma aftur fullfermdir heimaftur. Hilmar heldur seg minnast, at hann fekk kr. 700 frá mars til september hetta ár.

Men Ondine fekk ikki langt lív lagað. Skipið liggur fyri akker á Vestaru Vág í Havn, og óhappið hendir. Ì nógvum vindi drívur skipið inn á Tinganesi, hol kemur á afturskipið og tað sakk.

Hilmar sigur, at ein danskur maður kavaði niður í lastina og soleiðis fingu teir allan fiskin uppá turt.

Veturin eftir arbeiddi hann uppá veg úr Sandavági til Fútaklett.

Í 1932 er Hilmar við Neptun bæði vár og summar í Íslandi. Í 1934 gekk Neptun burtur, so Hilmar hevur kent Óla Jákup í Skálanum, skiparan, og ein stóran part av manningini. Manningin á Neptun var jú sera støðug.

Í 1933 og 1934 var hann við Sólarris bæði í Ìslandi og í Grøn­landi. Tað gekk einki matari við Sólarris enn við Neptun. Sólarris varð søktur undir krígnum og bert tríggir av átta monnum yvirlivdu eftir at hava sitið á einum flaka í fleiri samdøgur.

Í 1935 var Hilmar við John Brown í Ìslandi. Hetta skip gjørd­ist seinni til Aldan, sum varð fyrsta skip, sum fórst undir krígnum við seks monnum.

Í 1936 var hann ikki til skips. Tað vóru so nógvar sluppir sum gingu burtur við mann og mús hesi árini, og hetta minkaði um áhugan at sigla.

 

»Mundi fallið í krígnum á súkklu«

Á heysti í 1936 fer Hilmar tí við Tjaldrinum til Danmarkar, har hann fær arbeiði sum “land­brugs­lærling” á einum bóndagarði tætt við Haderslev, har hann var í 3 ár.

Í 1939 var hann húskallur á einum bóndagarði við Batum í Jyllandi. Ein dagin hann arbeiddi á garðinum í apríl 1940 varð brádliga so myrkt. Hilmar hyggur upp og sær nógv týsk flogfør. Hann sá eisini nógvar týskar hermenn marsjera eftir vegnum. Seinni fekk hann so at vita, hvat ið var áfatt, Danmark var hersett.

Í 1940 verður hann biðin at vera forpaktari á “ Hjemmet for Døve Mænd “ í Nyborg

Til hetta heimið hoyrdi stórur urta- grønmetis- og høsna­garður, sum hesir deyvu menn skuldu passa, tí her fingu teir part av teirra kosti.

Her er Hilmar í fimm ár. Ein av stuttligu søgunum frá Nyborg, er, at ein dagin eru Hilmar og ein annar deyvur maður farnir á tandem-súkklu ein túr. Teir eru helst komnir ov tætt, har ið týsk­ur­in helt til. Teir hoyra ikki, at tað verður rópt eftir teimum um at steðga, so teir súkkla víðari. Onkur fær tó steðga teimum, men tá vóru teir um at verða skotnir á staðnum av týskarum. Hetta hevur Hilmar ofta flent eftir, “at hann mundi fallið í krígnum á eini súkklu.”

Hilmar hoyrdi heldur ikki luft­ávar­ing­arnar, so hann svav altíð væl, hvussu tær ýldu. Hann minnist bert eina ferð at vera farnan í ein kjallara vegna luftávaring. Hilmar var farin út at spáka. Tá kemur ein eldri kona rennandi móti honum og fer oman í ein kjallara. Hann fer aftaná, tá ið hann skilir, hvat ið er áfatt.

Tað var annars ringt hjá honum ikki at kunna hava samband heim til síni. Alt samskifti var jú kvett. Ein skipan fekst tó við Reyða Kross brøvum, men í hesum kundu bert vera 25 orð. Tað tók eisini langa tíð hjá hesum brøvum at koma fram.

Hilmar minnist eisini, tá ið kríggið var av. Hann fór út at hyggja at, meðan týskararnir fóru avstað. Tað var ein syrgilig sjón at síggja teir: illa løstaðir menn, innvavdir í bandagum, summir høvdu mist lim ella limir. Allir royndu sum frægast at koma umborð á skipið í Nyborg, sum skuldu føra teir heim til teirra sundursoraða heimland.

Í 1945 fer Hilmar til eina fam­ilju í bygdini Stendis nærhend­is býnum Sunds í Jyllandi. Bæði maður og kona vóru deyv, men tey áttu fimm børn, sum øll hoyrdu. Henda familja hevði keypt jørð úti á heiðini “heden”, og hetta skuldu dyrkast upp. Hilmar sigur, at hetta var sera, sera hart arbeiði. Har var hann í 3 ár.

Í november 1949 fer hann heim aftur til Føroyar í gullbrúdleyp hjá foreldrunum.

 

Aftur til skips

Í 1950 fær Hilmar hýru við Grøn­landsfarinum við Alexander Ortind sum skipara. Teir eru í Grøn­landi í 5 mánaðar. Tað var p/f Hólmur í Sørvági sum átti skipið.

Í 1951 er hann aftur í Danmark á bóndagarði í Sunds nærhendis Viborg, men hann kemur heim aftur.

Í 1952 er hann við trolaranum Varðberg, har teir fiska uppí við Norðurnoreg. Teir fáa fulla last, sum teir selja í Keypmannahavn, og harfrá fer Varðberg til Leith á beding. Teir fara nýggjan túr í Barenshavið og fáa aftur fulla last, sum teir landa í Føroyum.

Seinni í 1952 var hann aftur við Grønlandsfarinum. Hann skrivaði grein um hendan túrin, sum er endurgivin seinni í hesi Miðviku.

Longu árið eftir sakk Grønlands­farið, tá ið tað var móðurskip hjá útróðarmonnum í Grønlandi. Tað var illveður og tjúkt, tá ið skipið tók, og tað sakk nærum beinanvegin. Menn mannskaði hendi tíbetur ikki.

Í 1953 er Hilmar aftur í Dan­mark og arbeiðir á sama bónda­garði við Sunds nærhendis Viborg.

Í 1954 er Hilmar við sluppini Henry Freemann, og næstu árini er hann við Akranes og Sílinum.

Í 1957 er hann við sluppini Elisabeth úr Sandavági, har John Nielsen er skipari. Har var hann við í trý ár. Teir royndu við snøri. Elisabeth var eitt av teimum skipum, sum hildu longri á at veiða við snøri enn hini skipini, sum tá vóru farin yvir til snellu.

Í 1960 fer Hilmar við Tinganes, skipari er Richard Jacobsen í Klaksvík.

Ein spurningur er sjálvsagt hvussu tað kundi samskiftast við ein deyvan umborð. Richard gekk altíð í tuflum. Skuldi hann hava samband við Hilmar, so trampaði hann hart í dekki nakrar ferðir og tað føldi Hilmar.

Hilmar hevur dugað væl at nýta sínar sansir. Teir róðu út við bátum við Tinganesi og ein dagin teir vóru úti, biður Hilmar teir um at fara at sigla til aftur til Tinganes, tí tað verður óveður. Hinir á bátunum slóðu hetta upp í glens, tí veðrið var gott og teir hildu á at fiska. Men løtu seinni brennir hann á við nógvum vindi, og teir høvdu ein ringan túr aftur til skipið. Eftir hetta lurtaðu teir altíð eftir Hilmar, táið hann segði frá ringum veðri.

Hilmar hevði eisini eina kenslu av, hvar fiskur kundi vera at fáa. Hinir kallaðu hann “fiskikongurin.”

 

Tinganes søkkur

Hilmar er við Tinganesi í 4 ár, men í 1963 søkkur Tinganes á Kappanum á veg heim. Skipari tá var Anton Hansen í Norðragøtu.

8. September sigldi Tinganes á ein boða í sundinum norðanfyri Eggersoy og sakk eftir sløkum tveimum tímum.

Øll manningin 27 manns varð bjargað av føroyskum skipum, sum royndu á somu leið.

Teir royndu við bátum og vóru á veg til Kappan. Teir høvdu ekkoloddið gangandi, meðan teir sigldu norður gjøgnum sundið við seks míla ferð. Men knappliga fór at grynnast óhugnaliga skjótt. Skiparin koplaði motorin úr og royndi at snara henni á bakborð, men orsakað av streyminum vildi hon fara á stýriborð, so hann koplaði í aftur. Í somu løtu sigldi teir á grunt. Hon tók framman, men var leys aftur beinanvegin.

Tinganes var farin at leka. Teir royndu at pumpa við dekspump­um, men sjógvurin bara vaks í skipinum.

Gummibátarnir vórðu fyrst settir út, og nakrir av útróðrar­bátunum umborð. Nú tyngdist Tinganes so nógv, at skiparin ikki vildi hava ábyrgdina av mann­ing­ini umborð, og teir fóru í bátarnar.

Í somu løtu kom línuskipið Vesturvón úr Sørvági til hjálpar. Menninir høvdu loyst bátarnar á Tinganesi, og Vesturvón setti lossibummin á nakrar aðrar av teimum.

Fáar minuttir seinni sakk Tinga­nes við afturendanum fyri á 76 favna dýpi. Summir av monnunum vóru tá í bátunum og summir umborð á Vesturvón.

Seinni fór øll manningin um­borð á Vesturvón, og fóru teir seinni aftur umborð á trolaran Tindhólm og skonnartina Hvítubjørn.

Tað var Skipafelagið Føroyar, sum átti Tinganes, sum áður mangan brattan hevði farið og komin væl burtur úr tí.

Tá ið Tinganes var sokkin á Kappanum og manningin var komin umborð á hini skipini sum vóru har, spurdi skiparin á Vestur­vón skiparan á Tinganesi, um hann kundi vísa sær á tveir góðar menn, sum hann kundi biðja við Vesturvón túrin út, tí hann mangl­aði fólk. Skiparin á Tinganesi vísti honum fyrst á Hilmar.

Sigast kann eisini, at tað altíð kom nakað burtur úr, tá ið Hilmar arbeiddi, tí sum onkur segði: ”Hann snakkar ikki tíðina burtur!”

Hilmar fer umborð á Vesturvón og fiskar við teimum túrin liðnan og teir kom heim í november mán­að. Vestur­vón var eitt av teimum nýggju línuskipum, sum komu til Føroyar seinast í 50-unum. Hann varð avloystur av trolar­an­um Vesturvón, sum so aftur varð afloyst­ur av tí verandi Vesturvón.

 

Verið við sjey forlistum skipum

Í 1965 fer Hilmar við línuskipinum Varðberg og er við har til skipið verður selt til Klaksvíkar í 1970. Hann gjørdist til ídnaðarfiskskipið Komet, sum sakk nakað seinni.

Tað er nokkso sjáldsamt, at ikki færri enn sjey av teimum skipum, sum Hilmar hevur verið við, eru forlist, trý av teimum við mannskaða. Hann var tó sjálvur bert við at forlissa eina ferð, tað var við Tinganes.

Hilmar hevur annars greitt frá, at mamma hansara eina ferð fekk hann frá at fara við skipi, sum gekk burtur júst tann túrin.

 

Legst uppá land

Frá 1970 til 1978 býr Hilmar í Norðagøtu, har hann hevur fyrifallandi arbeiði, mest at smíðja, tí Hilmar er sera hegnigur maður. Orsøkin til, at Hilmar fer til Gøtu mundi vera, at har kundi hann vera millum deyvar javnlíkar. Har var jú ein familja, sum átti fimm deyv børn. Hann búði fyrst hjá Annelenu og Jákupi Zachariassen, foreldrunum hjá hesum deyvu systkum, og seinni hjá Arnbjørg, sum var eitt teirra, og manni hennara Bruno, sum júst er deyður. Í Gøtu var Hilmar í fleiri ár egningarformaður, serliga hjá Bruno, sum hevði útróðrarbát.

Í 1978 flytur Hilmar til Havn­ar at búgva, har hann ger fyrifall­andi arbeiði. Í nógv ár var Hilm­ar pedell­ur í tí tá nýggja Deyvahúsinum.

Í eini 30 ár búði Hilmar hjá Kristionu og Marius Rein. Hilmar er ommubeiggi Kristionu. Tey bæði eru eisini ein av keldunum til hesa grein og hava verið við til at gera hana.

 

Dámdi væl at ferðast

Hilmar hevur dámað sera væl at ferðast, og í nógv ár fór hann hvørt summar við Lómi hjá Skipa­felagnum til Danmarkar at vitja vinfólk. Har plagdi hann at vera í 1-2 mánaðir.

Eisini hevur hann ofta verið til Nordisk Døve-Pensionistræf í Finlandi, Svøríki, Danmark og í Íslandi í 1985, har hann heilsaði uppá Vígdis Finnbogadóttir, forseta Ìslands.

Hilmar hevur eisini verið við til alheimsdeyvaráðstevnur, í 1982 í Sveits, í 1986 í Wales og í 1990 í Hollandi.

 

Øll á Lágargarði eru góð við Hilmar

Í 1991 sleppur hann inn á dag­stovnin á Lágargarði, og har hevur honum dámað so sera væl. Har hevur hann loyst úr lagdi, spunnið og vevað, og mangur gólvløbari er komin úr hansara hondum. Eisini dugur hann væl at binda. Framvegis tekur hann hond í síni ítriv. Í 2007 sleppur Hilmar at búgva á Lágargarð, har hann trívist væl.

Hilmar kann sigast at hava havt eitt ríkt lív og hevur upplivað nógv í sínum “deyva” lívið, tí tað, sum hann ikki hoyrdi, upplivdi hann gjøgnum hinar sansir sín­ar, mest gjøgnum eyguni, tí eygleiðari er hann góður.

Eitt stórt framstig hjá teimum deyvu er tann skipaða teknmálstulkingin, sum kom í lag fyri nøkrum árum síðani.

Ein av hesum tulkum er Edny Poulsen. Hon er tískil eisini komin at kenna Hilmar sera væl. Edny sigur Hilmar vera eitt framúr menniskja. Hann er góðsligur og fittur, og øll, sum eru um Hilmar, eru góð við hann. Hann er eisini sera góður við børn. Honum dám­ar eisini at arga starvsfólkið á Lágar­garni, men hetta er bert í spølni.

Hilmar hevur eisini fortalt Edny nógv. Einaferð hitti hann tvær eldri konur, sum hann hevði kent frá barndóminum í Miðvági. Tá ið tær funnu fram til hvør hann var, skóru tær útí at gráta. Tær mintust sum barn, at hann bert var horvin úr heimliga umhvørvinum. Tær høvdu tí alt sítt lív hildið, at hann var deyður longu tá. Tað var ein serlig uppliv­ing á gamalsaldrinum at finna hann á lívi.

Tað hevur verið hugaligt at kunna skriva hesi brot úr lívinum hjá Hilmari. Tað ber til at lesa meira um søguna hjá deyvu, eisini hjá Hilmari, í bókini “Søgan um Hini”, sum eisini hevur verið ein kelda til hesa grein.

Samstundis senda vit Hilmar eina heilsan. Hann hevur verið ein knassi!

 

 

----------------------------------------

 

 

 

Hilmar: Á fiskiveiðu undir Grønlandi

 

Í 1952 greiddi Hilmar frá túrinum við Grønlandsfarinum í danska deyvablaðnum Effata. Sum tað sæst dugur hann væl at greiða frá

 

Í mai fekk eg hýru við skonnartini Grønlandsfarið, sum er 321 tons til støddar. Mítt útstýr fylti tveir koyggjusekkir. Eg skuldi vera burt­ur í fýra mánaðir og mátti tí hava nógv klæði við. Vit vóru 35 mans við.

Tey vóru nógv, sum stóðu á kajunu og veitraðu, tá ið vit fóru avstað. Vit skuldu fyrst til Havnar at taka proviant og olju. Í Havn varð øll manningini kannað fyri tuberklar og kynssjúkur. Tann fyrra kanningin var at fyribirgja smittu umborð. Tann seinna var fyri at forða fyri, at vit førdu smittuna við til Grønlands. Teir, sum ikki stóðu hesa kanning, sluppu ikki við.

 

Túrurin byrjar

Tá ið vit høvdu mynstrað, fóru vit avstað. Samdøgrið var býtt upp í fimm vaktir: Hundavaktin kl. 0-4, morgunvaktin, kl. 4-7, fyrra­partsvaktin kl. 7-12, seinnaparts­vaktin kl. 12-18 og kvøldvaktin kl. 18-24.

Teir, sum høvdu vakt, skuldu millum annað ganga róðurtørn. Skipari og stýrimaður navigeraðu og settu kósina, og teir tveir motorpassararnir passaðu og smurdu motorin.

Meðan vit sigldu tvørtur um Atlantshavið, riggaðu vit reiðskap­in til. Fleiri túsund húkar við teymum skuldu knýtast í línuna.

Kokkurin hevði nóg mikið at gera við matgerð. Hann bakaði eisini rugbreyð og siktibreyð. Hvønn sunnudag bakaði hann eisini eitt sindur av køku til okkara.

 

Eitt rættuligt ódnarveður

At byrja við høvdu vit gott veður hvønn dag. Men táið vit sigldu tvørtur um Danmarkarstrætið millum Ísland og Grønland gjørd­ist illveður, og sjógvur skolaði inn á dekkið. Knappliga reistist ein sjógvur fimm metur yvir skipið og breyt inn á dekkið. Hetta var so ógvusligt, at tað kend­ist sum ein bilsamanstoytur. Skipið fekk stóra slagsíðu. Eg datt í egningarskúrinum, har eg gjørdi línu til, men reisti meg skjótt aftur. Tá sá eg gjøgnum hurðaropið í egningarskúrinum bakborðslúnningina liggja undir i sjógvi, meðan stýriborðslúnningin stóð tilsvarandi høgt uppi. Tíbetur reisti skipið seg upp aftur. Sjógv­urin hevði brotið skylettið, og nú rann sjógvur niður í kahúttina. Hann rann millum annað niður á radio hjá skiparanum, so tað ikki kundi brúkast.

Sjógvurin rann eisini niður í mína koyggju, so alt í henni gjørd­ist renn­vátt. Tað var verri hjá mær enn hjá hinum, tí eg hevði yvir­koyggju. Kokkurin, sum stóð og kokk­að­ist beint tá, fekk eisini karm.

Dekshúsið varð knúst, og ein bátur sum stóð á dekkinum fekk eisini skaða. Skiparin mátti taka radio sundur og heingja tað at turka yvit kabússini.

Sjálvur mátti eg sova í eini aðrari koyggju, til mín egna var turr aftur. Men fyrst mátti eg vaska saltrákan burtur við vatni og sápu.

Stormurin vardi í trý samdøgur, til vit komu inn í Davidsstrætið vestan fyri Grønland.

 

Ísfjøll

Vit máttu sigla sera varisliga í Davidsstrætinum, tí her var nógv av ísfjøllum. Her var neyðugt at hava mann frammi á bógnum alla tíðina at halda útkikk.Tað kundi vera vandamikið at renna á eitt ísfjall.

So gjørdist toka, og nú máttu tveir menn halda útkikk, og vit máttu eisini nýta sirenu, so onnur skip kundu hoyra okkum.

Tað eru fiskiskip frá nógvum londum í Davidsstrætinum. Vit sigldu framvið einum portu­gis­iskum fiskiskipi. Tað er stórur munur á portugisiskum, fronsk­um, føroyskum og donskum fiski­skipum og á háttin teir fiska.

 

Føroyingahavnin

Tað tók 11 dagar at sigla úr Føroyum í Føroyingahavnina. Tað er trupult at sigla inn hagar, tí tað eru so nógv sker. Nakrir føroyskir bátar hava rent á flúrar og eru soknir. Men tibetur er manningin altíð bjargað.

Vit komu væl gjøgnim skergarðin og kastaðu akker. Síðan vóru okkara tveir bátar settir út. Í Føroyingahavnini høvdu vit havt tveir aðrar bátar stand­andi yvir veturin. Teir skuldu nú málast og riggast til fiskarí. Tveir dagar seinni vóru teir klárir, og vit kundi fara til útróðrar við okkara fýra bátum.

Eg var ein túr nakað inni í landi­num. Eg helt ikki Grønland vera vakurt. Her var nærum bert grót og skursl. Men onkunstaðni vuksu svørt ber, sum smakkaðu avbera væl.

Í juni og juli er dagsljós alt sam­døgrið. Í august er náttarmyrkiur 1-3 tímar, og í september byrja langar og myrkar nætur.

 

Fiskaríið

Vit fiskaðu undir Grønlandi í fýra mánaðir frá juni til fyrst í september. Manningin er býtt upp í fýra lið, eitt til hvønn av bátun­um. Vit fiskaðu við línu og vóru úti einar 12 tímar í senn. Vit settu um 5.000 húkar hvørja ferð. Arbeiðsdagurin var 18 tímar. Tískil fingu vit bert 6 tímar frívakt um samdøgrið hesar fýra mánað­ir­nar, sum vit fiskaðu. Men sunnudag høvdu vit frí og kundu sova leingi. Sunnukvøld varð byrjað aftur.

Í ljósu summartíðini kundi fisk­­ast allar 24 tímarnar í samdøgr­inum. Tríggir menn vóru við hvørj­­um báti. Teir kundu so koma at borði við 1.200 toskum, og tað kundu so ger­ast 4.800 fyri allar fýra bátar.

So skjótt bátarnir vóru tømdir, fóru teir avstað aftur við nýggjari manning. Veiðan fyri eitt sam­døg­ur kundi tí gerast 9.600 toskar.

Helvtin av manningini er um­borð í Grønlandsfarinum eina viku í senn at reinsa fiskin og at salta hann í lastini. Hvønn sunnudag verður so skift, so teir sum høvdu verið umborð, nú fóru í bátarnar.

Seinni fiskaðu vit við Fred­eriks­­­håb ísblinkin. Her kemur innlands­ísurin heilt út til sjóvarmálan.

Tað er næstan altíð spegils­blank­ur sjógvur í Davidsstræti­num, men knappliga kundi koma stormur. Tá máttu vit draga akkerið inn og fara inn í skergarðin at fiska.

Nakrar ferðir sigldu vit á eitt sker. Men vit vóru hepnir og fingu ongan skaða.

 

Heimferðin

Seinast í september góvust vit at fiska. Vit fóru aftur í Føroyinga­havnina. Her settu vit teir tríggjar bátarnar í land. Hesir skuldu standa her til komandi vár. Vit tóku vatn og olju, og dagin eftir fóru vit at sigla heim. Tá ið vit fóru út úr Føroyingahavnini stóðu grønlendingar og veittraðu farvæl til okkum.

Tá ið vit fóru framvið Kap Farvel, vóru aldurnar so stórar sum 2 og 3-hæddað hús. Skipið gleið seigliga niður í aldudalin og upp aftur á aldutoppin. Hvíta skúmið frá aldunum kom inn á dekkið. Skipið var jú tungt lastað.

Hetta illveðrið vardi í tvey sam­døgur. Seinni hoyrdu vit í radio, at ein norskur fiskibátur var burturgingin, men manningin var tíbetur bjargað av einum grønlendskum skipi.

Ferðin heim tók 17 dagar, og alla tíðina var ringt veður. Tá ið vit lógu í koyggjuni, var tað eins og tá mamma okkara vaggaði okkum í vøggu sum børn.

Endiliga komu vit móti landi í Føroyum. So skjótt vit høvdu lagt at kei komu konur, gentur, børn og eisini nakrir menn leyp­andi umborð at heilsa teirra næstringum, sum tey ikki høvdu sæð í fýra mánaðir.

Eina viku seinni var øll lastin landað og komin inn í pakkhúsið, har fiskurin var vrakaður, vigaður og pakkaður í ballir. Fiskurin varð seinni fluttur við damparum til Suðureuropa og Brasilia, har hann var seldur.

Aftaná jól fingu vit avrokning fyri túrin.

 

 

 

Komandi partur

Komandi partur er ein frásøgn í samband við, at tað eru liðin 200 ár síðan skalvalopið, sum førdi til avtoftingina av Blankaskála