Hilmar Jan Hansen telist millum okkara royndastu ítróttarfrásøgufólk, og hevur upplivað mangt og hvat millum ár og dag í jakstranini eftir tí góðu søguni. Hann fortelur um ein bleytan maga í Beograd, ein óðan suðuroying og hví hann ikki eigur ein mynd av málinum hjá Allani Mørkøre í Parkini í 1990.
Síggj FSF Varpið við at trýsta HER
Hann byrjaði sum blaðmaður á Dimmalætting 12. august í 1985, og síðan hevur runavíkingurin umboðað eina ørgrynnu av miðlum, til hann endaði á FM1, hvørs lurtarar nú hava gleði av hansara frásøgnum.
Hoyr eisini, hvussu Hilmar Jan væntar, at leikur fer at ganga í 25. umfari í Betri Deildini, sum verður spælt leygardagin.
Fakta:
25. umfar Betri deildin menn:
B36-Suðringar (15.00)
AB-Víkingur (15.00) Beinleiðis á FM1
07 Vestur-KÍ (15.00) Beinleiðis á FM1
EB/Streymur-NSÍ (15.00)
Skála-HB (15.00)