info
Ongi úrslit

Hilmar Kass 80 ár

Leygardagin 2. desember fylti Hilmar Kass, fyrrverandi sjómansskúlalærari og løgtingsmaður, 80 ár.

info
4. desember 2006 kl. 14:46

Hilmar, ið er strandingur, var í mong ár ímyndin av Sjálvsstýrisflokkinum.
 
Hann fór 16 ára gamal til skips við Austerlitz, sum pápin førdi. Hann sigldi til 1948, tá hann fór at ganga á stýrimansskúla og tók prógv á vári í 1950. Síðan fór hann til Keypmannahavnar, har hann tók skipsføraraprógv í 1950 og prógv sum fjarritari í 1951.
 
Eftir at hava siglt í fleiri ár legðist hann upp á land í 1957. Í 1962 tók hann læraraprógv á Føroya Læraraskúla og var lærari á Millum- og realskúlanum í Havn skúlaárið 1962-63.
 
Frá 1963 til 1969 var hann lærari á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, umframt at hann var próvdómari á Føroya Sjómansskúla frá 1966-69.
 
Í 1969 fekk hann fekk starv á Føroya Sjómansskúla sum lærari, har hann var varaskúlastjóri í 20 ár, frá 1973 til 1993. Hann var settur skúlastjóri í 1994, tá hann legði frá sær á skúlanum sum 67 ára gamal.  
 
Í 1966 var Hilmar valdur inn á ting fyri Sjálvsstýrisflokkin í Suðurstreymoyar vældømi. Hann var formaður flokksins og formaður í løgtingsins marknaðarnevnd frá 1970-74 og frá 1981-88. Hann sat á tingi til 1988, tá hann valdi ikki at stilla upp aftur.
 
Umframt at Hilmar var sjórættarlimur frá 1963-78, hevur hann sitið í nógvum ymiskum nevndum sum t.d. nevndini í Hvíldarheiminum Naina, Føroya Barnaheimi og Tryggingarsambandinum Føroya, har hann eisini var formaður eitt langt tíðarskeið.    
 
Hilmar hevur altíð havt stóran áhuga fyri jarðarbrúki og seyðahaldi. Hann eigur jørð bæði í Havn og á Strondum, og honum dámar framvegis væl at fáast við jarðarbrúk.          
 
Foreldrini hjá Hilmari vóru Sanna, f. Lamhauge úr Lamba, og Bartal Johansen av Strondum.
 
Hilmar giftist við Lydiu, f. Danielsen, úr Porkeri. Tey eiga tvey børn: Bartal, sum býr í Danmark, og Anna sum býr í Hoyvik. Barnabørnini eru fýra í tali.  
 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

13 tímar síðan

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

18 tímar síðan

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Órógvandi bumbuhóttanir

20 minuttir síðan
Fótbóltur

Mattias flytur upp við Strømsgodset - og er valdur á vikuliðið

37 minuttir síðan
Tíðindi

Stórt vatn í Grikkalandi er nærum horvið

53 minuttir síðan
Tíðindi

Bumbuhóttan móti flog­fari: Flog­vøll­ur í Pól­landi stongdur

1 tími síðan
Tíðindi

Føroysk bók vinnur amerikanska virðisløn

1 tími síðan
Tíðindi

Lítlifløttur á Strondum hátíðarheldur 20 ára dag

2 tímar síðan
Tíðindi

Sýslumenn á fund um at taka løgregluna undir føroyskt ræði

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Tøkni eigur at stuðla undir okkara menning

2 tímar síðan
Lýsingagrein

Takið kann lækka elrokningina

3 tímar síðan
Tíðindi

Tólv bilførarar tiknir við fartelefon

3 tímar síðan
Tíðindi

Funnu ikki út av hvaðani oljan stavaði

4 tímar síðan
Tíðindi

Sami maður skuld­sett­ur fyri handils­stuld­ur tvær ferðir

4 tímar síðan