Hilmar Kass heiðraður

Hann var ímyndin av hóvliga, men miðvísa stríðnum fyri sjálvstýri og stjórnan av egnum viðurskiftum. Á eini hugnaligari veitslu leygarkvøldið við góðum mati, sangi, røðum og dansi varð Hilmar Kass, fyrrverandi formaður Sjálvstýrisfloksins, heiðraður. Hann varð eisini tilnevndur heiðurslimur í flokkinum við miklum fagnaði og lógvabrestum.

Keldur í Sjálvsstýrisflokkinum siga, at Hilmar Kass var rørdur og takksamur og helt uppá standandi fót eina sera góða og víðskygda røðu um floksstarv og liberalar sjálvstýrishugsanir.

Hilmar Kass sat á tingi árini 1966 til 1988, valdur á listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum í Suðurstreymoy. Hann var ímyndin av hóvliga, men miðvísa stríðnum fyri sjálvstýri og stjórnan av egnum viðurskiftum.

Hilmar var undangongumaður á økjum sum føroyskum uttanríkispolitikki í marknaðarnevndini, sum seinni fekk heitið uttanlandsnevndin.

Frá høvdinum skalt tú hvalin skera, sigur orðatakið, og Hilmar dugdi sum fáur at taka stigini í røttu raðfylgju og leggja dent á praktiskan politikk.

Tað vóru Jan Asbjørnsson Joensen og Kári á Rógvi, ávikavist landsnevndarformaður og floksformaður, sum skrivaðu undir heiðursbrævið.

Báðir løgdu dent á, at Hilmar Kass er ímyndin av flokkinum og ikki bert fyrimynd, men eisini mangan góður í ráðum í praktiskum dagligum politikki og felagsarbeiði.

Fleiri høvdu á orði, at við veitsluni var komið aftur á lagið í Hilmarsa tíð, tá mangar góðar veitslur vórðu hildnar, serliga á grækarismessu í Havn og á vetri í Klaksvík.