Hilmar Leon toppskjútti við sjey málum

(Rás2) Hoyr føroyska toppskjúttan fortelja um frálíka seinna hálvleikin, har hann bumbaði sjey bóltar í norska málið

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við føroyska toppskjúttan, Hilmar Leon Jakobsen, sum skoraði sjey mál - øll í seinna hálvleiki - ímóti Noregi, tá Føroyar fyrr í dag taptu HM-dystin ímóti Noregi 23-29 (8-15)

 

Hilmar Leon Jakobsen greiðir frá, at tá tann fyrsti bólturin sat, so byrjaði hann at trúgva uppá tað, og so ráddi tað bara um at smekka bóltarnar inn.

 

Hilmar Leon Jakobsen greiðir frá, at teir valdu at siga innanhýsis, at støðan var 0-0, tá seinni hálvleikur byrjaði, og føroyska liðið byrjaði av nýggjum, og tað eydnaðist eisini væl.

 

Nú fegnast Hilmar Leon um at fáa ein hvílidag, áðrenn Týskland er á skránni sunnudagin klokkan 18.