Himmalfluktin í almennu rakstrarútreiðslunum heldur fram

Undirritaði bleiv av Hergeiri Nielsen lagdur undir at birta uppundir enn størri samfelagsligan rakstur, - neyvan kann nakað vera meira skeivt.

At blanda løgu og rakstur saman er kanska í hugaheimi Hergeirs eitt feitt, men ikki hjá mær.

Tað er nevniliga ikki íløgunar ,sum gjørdar eru sum koma at hvølva samfelagsskútina, men tann alsamt økti vøksturin í rakstrarútreiðslum landskassans.

Eisini kappingarføri okkara er versnað ca. 25% seinastu árini m.a. orsakað av nógv øktu lønarútreiðslunum á privata arbeiðsmarknaðinum og spurningurin er um ikki hetta er ein av orsøkunum til stóru útflutningsnøgdirnar av rundum feskum fiski?

Sambært uppgerð frá Hagstovuni eru vøksturin í Almennu fyrisitingini frá 1998 til og við 2002 fylgjandi í krónum:

Almenna nýtslan er vaksin við 790 milliónum frá 1998 til 2002. Almenna nýtslan vil siga nýtslan hjá landið, kommununum, almennum grunnum og ríkisstovnum í Føroyum. Hetta er ein vøkstur á í miðal 9% um árið.

Meginparturin av vøkstrinum eru lønir. Tær vuksu tilsamas við 515 mió. krónum í tíðarskeiðnum, sí talvuna niðanfyri.

1998-´991999-?002000-?012001- ?02Tilsamans
Vøkstur í lønarútreiðslunum
98 mió
122 mió
119 mió
176 mió
515 mió

Siga vit at 3,5 størv eru uppá milliónina svarar tað til at tað almenna hevur sett 185 nýggj størv um árið frá 1998 til 2002.

Yvirlitið niðanfyri vísir lønarútreiðslurnar í landsfyrisitingini frá 1998-2002:

HeimastýriðVøkstur í lønarútr.
1998-2002Miðal lønarvøksturVeruligi miðal lønarvøksturinStørv um árið
Aðalfyrisiting56.746.47814.186.6206.978.64824,4
Rættarmál1.160.615290.154256.1910,9
Vinnubúskaparlig mál44.006.93011.001.7336.865.53624,0
Umhvørvisvernd-23.640-5.910-20.820-0,1
Heilsumál74.482.61418.620.6543.367.57611,8
Mentamál8.944.6312.236.1581.178.7434,1
Undirvísingarmál100.376.78125.094.1956.793.92523,8
Almannamál65.620.08116.405.0204.413.68115,4
Tilsamans351.314.49087.828.62329.802.772104,3
kelda: Vinnuhúsið

Ein vøkstur uppá í miðal knapt 129 mió. krónir um árið, ella í miðal 8,7% um árið.
Aðalfyrisitingin hevur sett í meðal 24 nýggj størv um ári frá 1998-2002.

Lønarútgjaldingar innan privata sektorin, fiskivinnu, og servicuvinnuna minka støðugt í løtuni, meðan kruvin fyri almennar lønir bert gongur ein veg nevniliga støðugt uppeftir. Økingin í almennu lønarútreiðslunum í komandi ári verða umleið 100 mió. krónur.

Tað er rímiliga lætt at minka og stýra kostnaðum í samb. við íløgur sum ikki hava rakstarútreiðslur við sær framhaldandi.

Hinvegin er tað, at man letur rakstarútreiðslunar ótálmandi økjast innan almennu umsitingina ein sera stórur trupuleiki, tí tað er nærmast vónleyst at minka henda aftur.

Hvør tosaði um sjálvberandi búskap??