Tá vit fáa spurningin, hvussu vit vilja lýsa himmiríki á jørð, er tað sjálvandi sera ymiskt, hvussu vit seta orð á hetta, hvør í sínum lagi. Men eitt er vist, at hjá summum er tað munandi lættari at siga, hvat himmiríki á jørð er, enn tað er hjá øðrum. Og um tú ert løgtings- ella landsstýrismaður, nýtist tær slett ikki hugflog, tí tá skalt tú bara fortelja, hvussu tínar inntøkur frá politiska starvinum eru skrúvaðar saman, so hevur tú tað heila har: Himmiríki á jørð í einum nøtuhylki!
Eg meini so við, at tað eru nú tey fægstu av okkum, ið sleppa undan at samráðast um løn, men bara kunnu áseta hana sjálvi, ha? Og tað eru so avgjørt tey fægstu av okkum, ið vita, hvat ein skattafríur ágóði er fyri nakað, tí vit av góðum grundum ongantíð hava sæð ein sovorðnan! Pensjónina tori eg slett ikki at taka upp á tungu, tí eg fái meg (næstan) ikki til at trúgva, at tað skal bera til at upptjena sær eina pensjón eftir næstan ongari tíð og enntá uttan at spara upp til hana sjálvur!
Júst nú er kjak frammi um koyripengar, og har royna politikararnir at verja sínar fúlu fyrimunir, ið Palleba ikki so frægt sum hevur ráð til at droyma um! Summir koyra enntá fleiri saman í einum bili, so teir spara bensin og kunnu stinga enn meira í sín egna lumma. Akkurát í hesum aktuella førinum eru tað teir uttan fyri Havnina, ið skava inn undir seg av koyripengum, teir sjálvir hava ásett sær ella í øðrum lagi ikki eru sinnaðir at broyta. Tá vit tosa um løn, pensjón og aðrar ágóðar, kunnu hini so eisini teljast við.
Eg vamlist, tá eg hoyri politikarar siga seg hava “sama rætt sum onnur”, tá teir fullvæl vita, at teir hava tiltuskað sær nógv størri rætt enn nakar annar! Politikarar fáa kanska minst 15 ferðir so nógvar koyripengar sum onnur, umframt sína feitu løn, og tá skulu vanlig fólk enntá søkja um sín lítla píning av koyripengum og skjalprógva bæði eitt og annað, áðrenn tey síggja eitt oyra! Politikararnir grundgeva enntá við, at teir noyðast frá húsum til arbeiðis – sum um ikki 99,9 prosent av øllum arbeiðandi føroyingum eisini skulu tað!
Nei, politikararnir hava sjálvir biðið um at sleppa framat, og skulu bara so slett ikki hava nakra stjóraløn ella aðrar ágóðar, ið bara ala breyðpolitikarar! Lønin hjá teimum er so sanniliga farin upp, men dygdin á politiska arbeiðinum er alt annað enn batnað tilsvarandi. Heldur átti lønin at verið so lág, at bara tey bjóðaðu seg fram, ið veruliga vildu fjøldini og samfelagnum tað besta, tí okkum tørvar erligar politikarar. Hinum hava vit hava ríkiligt av…