Nýggj bók eftir Heina Hestoy er komin í bókabúðirnar. Bókin er skrivað saman við børnum av Velbastað.
Bókin er 64 síður við myndum eftir Róa Einarsson.
Hin navnleysa søgan er úrslitið av einari hugnaligari løtu í Velbastaðar skúla í august 1998, har Heine lúttók saman við næmingum og lærarum.
Nógv varð tosað um bøkur og ymiskar søgur, og til endans varð gjørt av saman at skriva eina søgu, har hvør einstakur hevði sín leiklut og hvør sær skuldi hava høvi at ávirka gongdina.
Søgan varð skrivað í brotum og send børnunum, sum lósu hana og síðani skrivaðu bræv við uppskotum til broytingar.
Burturúr hesum samstarvi kom henda spennandi og ótrúliga søgan, sum bert kann fara fram í hugaheiminum hjá børnum og barnsligum rithøvundum.
Bókin er prentað og bundin hjá Hestprent.