Losjan Glotti er í hesum døgum karmur um skemtileikin Hin sjúkuræddi, sum hevði frumframførslu leygardagin tann 28. februar
Leikurin er um múgvandi mann, Argan, sum billar sær inn at vera sjúkur.
Hetta mala hansara tankar um meginpartin av tíðini, og apotekarar og læknar eiga stóran leiklut í lívi hansara. Teir fáa eisini av at vita, men sum Bèralde, bróðir Argans, einastaðni sigur um Molière og hansara sjónleikir: Tað er ikki læknunum, hann flennir at, men tí, sum er láturvert í læknakynstrinum.
Og sjálvandi er sjúkmamman í húsinum, sum bara er eftir pengunum hjá Argan, og fáa børnini út úr húsinum.
Alt snýr seg kortini ikki bara um sjúkur og læknar, fals , svik og býttisskap.
Har eru ung fólk, ið hava tokka til hvørt annað, og tær fløkjur, ið av tí kunnu standast. Eisini hetta leggur Argan seg útí. Hann vil hava lækna til verson. So er lækni jú í húsinum, og peningur at spara, og tað er ikki minni umráðandi.
Alt hetta rokið í húsinum, leggur upp til ein sera stuttligan leik.
Hin sjúkuræddi, Le Malade imaginaire, er skrivaður av Molière.
Molière var fransmaður. Hann varð føddur í 1622 og doyptur Jean-Baptiste Poquelin, men gjørdist kendur leikhøvundur og sjónleikari undir navninum Molière. Upprunaheitið á leikinum, sum fyrstu ferð varð framførdur í París í 1673, var Le Malade imaginaire. Molière leikti sjálvur høvuðsleiklutin, men longu á fjórðu framførslu gjørdist Molière sjúkur á pallinum. Hann varð fluttur til hús og doyði fáar tímar seinni.
Síðan tá er leikurin framførdur í París meira enn 1500 ferðir.
Leikurin varð framførdur fyrstu ferð í Keypmannahavn í 1724 við heitinum Den indbildte syge. Hetta er um tað mundi, Holberg var uppi við sínum sjónleikum.
Leikurin verður framsýndur í losjuni í Gøtu. Men tað eru ikki bara gøtufólk, ið hava verið við til at seta leikin upp. Leikstjórnað hevur gøtumaðurin Magni Poulsen, sum hevur drúgvar royndir við sjónleiki.
Saman við leikarum og øðrum, sum eru úr ávíkavist Saksun, Fuglafyrði, Tjørnuvík og Gøtu, hava tey fingið lív aftur í losjuna. Og hetta rokið heldur fram alla vikuna, hvørt kvøld kl. 20, uttan týskvøld og mikukvøld.