Hinar Topp 5 oyggjarnar høvdu væl størri hópar

OYGGJALEIKIR: Gotland, Manoy, Jersey og Guernsey høvdu væl størri oyggjaleikahópar enn Føroyar, sum vunnu næstflest heiðursmerki

Føroyska ítróttartjóðin fegnast um framúr góða avrikið á oyggjaleikunum í Gotlandi, har føroysk ítróttarfólk vunnu 87 heiðursmerki, sum er størsta talið av heiðursmerkjum Føroyar hava vunnið á einum oyggjaleikum.

 

Men úrslitið gerst enn flottari, um vit samanbera talið av íðkarum hjá teimum fimm oyggjunum, sum endaðu ovast á heiðursmerkja-yvirlitinum. Manoy, sum vann oyggjaleikirnar hevði meir enn dupult so nógvar íðkarar, sum Føroyar. Eisini Jersey, sum endaði triðovast á heiðursmerkja-yvirlitinum hevði dupult so nógvar íðkarar, sum Føroyar. 

 

Topp 5 oyggjarnar høvdu so nógvar íðkarar:

 

1. Manoy (240 íðkarar)

2. FØROYAR (109 íðkarar)

3. Jersey (227 íðkarar)

4. Guernsey (198 íðkarar)

5. Gotland (249 íðkarar - Gotland hevði størsta talið av íðkarum)

 

Staðfestast kann, at í mun til talið av íðkarum vunnu Føroyar flest heiðursmerki.

 

Talið av heiðursmerkjum til topp 5 oyggjarnar á oyggjaleikunum í Gotlandi:

 

 Endastøða OyggjalandGullSilvurBronsaSamanlagt
1 Manoy393626101
2 FØROYAR30273087
3 Jersey29213585
4 Guernsey27353294
5 Gotland23192062

 

 So nógv heiðursmerki vunnu topp 5 oyggjarnar pr. íðkara:

 

1. FØROYAR : 0,79 heiðursmerki 

2. Guernsey: 0,47 heiðursmerki

3. Manoy: 0,42 heiðursmerki

4. Jersey: 0,37 heiðursmerki

5. Gotland: 0,24 heiðursmerki

 

Sæð í ljósinum av hesum tølunum er føroyska avrikið framúr gott.