Hini feløgini fáa eisini eitt prosent

Hini fakfeløgini fáa sama tilboð, sum Fakfelagssamstarvið fekk týsnáttina. Ein eitt árs sáttmála við einum prosenti í lønarhækking og trimum mánaðum afturat uppsagnartíðini hjá álitisfólkum.

Tað sigur Snorri Fjalsbak, stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, við Kringvarpið.

Lønardeildin fer nú undir samráðingar við hini 27 fakfeløgini, sum hava sáttmála við Fíggjarmálaráðið.

Krøvini eru framvegis ikki løgd fram, og samráðingafundur er ikki ásettur. Tað verður helst í næstu viku, væntar Snorri Fjalsbak.

Starvsmannafelagið hevur sáttmálarnar hjá teimum, sum arbeiða á Posta og Føroya Tele eftir. Føroya Arbeiðsgevarafelag er hin parturin.

Arbeiðsgevarafelagið lat 3,61 prosent í lønarhækking í sínum tvey ára sáttmálum. Tað almenna gav bara eitt prosent í eitt ár.