HONDBÓLTUR
Áki Mørk. Heini Hanusarson. Ingi Olsen. Finnur Hansson. Birgir Poulsen. David Edvardsen. Jugoslav Djumic.
Í fjør tóktist tað sum ein stórur meinbogi. At hópurin hevði ov nógvar framúrskarandi einstaklingar. Tí eingin vildi ganga undan í mótgangi, men heldur goyma seg í rúgvuni. Líkamikið, hvussu venjarin setti liðið saman. Men tað er nú broytt.
Áki Mørk var burturstaddur, Heini Hanusarson hevði leikbann og Ingi Olsen var ikki á vøllinum, tá Neistin vann greitt á útivølli móti StÍF í gjár. Men tað var eingin trupulleiki yvirhøvur. Tí David Edvardsen og Jugoslav Djumic syrgdu við tólv málum hvør, at Neistin er nýtt oddalið í bestu mansdeildini.
Alt riggaði
Ikki tí. Dysturin í gjár var sjáldsama frálíkur hjá Neistanum. Teir hava havt ymsar trupulleikar í hesum kappingarárinum, men í gjár riggaði alt. Jugoslav Djumic styrkti sína støðu sum besti strikuspælari í landinum, meðan David Edvardsen tykist vera væl fyri eftir eitt heldur anonymt kappingarár í fjør.
Tað var eisini gleðiligt hjá venjaranum Inga Olsen, at yngra ættarliðið stóð seg væl. 19 ára gomlu Sjúrður Thomassen og Heini Ragnarsson smæddust ikki burtur, tá teir vórðu innskiftir. Ein staðfesting av, at Neistin aftur í ár eigur besta hópin í landinum. Men tað vinnur einki meistaraheitið einsamalt.
Verjuspælið var ofta ein vansi hjá Neistanum í fjør. Tað hevur tað eisini verið onkutíð í ár – millum annað, tá VÍF skoraði 35 ferðir í høllini á Hálsi í farnu viku. Men um vikuskiftið riggaði hesin parturin at spælinum nógv betur.
Cristian Preda var størsta hóttanin hjá StÍF. Hann var toppskjútti hjá heimaliðnum við átta málum.
Komu ongantíð aftur
StÍF hevur kappast við Neistan í oddinum fyrstu umførini, men á Skála í gjár var lítil kapping. Neistin leyp undan mótstøðuni alt fyri eitt, og hóast heimaliðið royndi at stríða seg aftur, eydnaðist tað ongantíð. Fýra mál vóru á muni í steðginum, og 10 mál vóru á muni, tá avtornaði.
Fakta um dystin
StÍF-Neistin 26-36 (13-17)
10 min: 3-6
20 min: 9-14
40 min: 16-23
50 min: 17-29
Málskjúttar
StÍF: Cristian Preda 8(2), Mortan Hansen 5(2), Gabriel Stanciu 4(1), Jóannes Prestá 3, Bárður Danielsen 2, Jógvan Berg 2, Jógvan G. Joensen 2
Neistin: David Edvardsen 12(3), Jugoslav Djumic 12, Finnur Hansson 6, Heini Ragnarsson 3, Sjúrður Thomassen 1, Jens Mohr 1, Birgir Poulsen 1
Brotskøst: StÍF 7, Neistin 4
Útvísingar: StÍF 5, Neistin 3
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen.