Hitabylgjan, sum hevur herjað stórar partar av Suður- og Vesturevropa seinastu vikurnar, er einki minni enn ein vanlukka. Tað er í hvussu er niðurstøðan hjá franska læknafelagnum.
Alment siga fronsku myndugleikarnir, at har hevur hitabylgjan kravt umleið 5.000 mannalív, men upplýsingar frá fyritøkum, sum skipa fyri jarðarferðum, benda á, at talið er nógv størri. Ein samgonga av tílíkum fyritøkum, sum umfatar umleið ein fjórðing av marknaðinum, sigur í einari frágreiðing, at higartil eru 10.400 fleiri deyð, enn vanligt plagar at vera í august.
Frágreiðingin hevur skelkað fransmenn, og formaðurin í læknafelagnum, Patrick Pelloux, sigur, at er hetta talið rætt, er hitabylgjan einki minni enn ein menniskjalig vanlukka.
Men tað er ikki bara í Fraklandi, at tann nógvi hitin hevur kravt mannalív. Í Portugal siga myndugleikarnir, at har hevur hitabylgjan kravt minst 1.316 mannalív. Portugisisku myndugleikarnir siga, at har er hitabylgjan tann ringasta í tjúgu ár.