Nógvastaðni er summarið í ár byrjað eins og í fjør. Í Spania stríðast sløkkiliðsmenn við skógareldar, har suðuri í Bretlandi ger ein hitabylgja um seg, meðan býir longri norðuri standa undir í vatni, og í Kina eru áirnar farnar upp um bakkarnar, tí tað hevur regnað so illa.
Í gjár vóru 33 hitastig har suðuri í Onglandi, og veðurmenninir siga, at tað verður uppaftur heitari um vikuskiftið. Stjórin í heilsumálaráðnum, Ben Branshaw, segði í gjár, at fólk, sum hava trupulleikar við andadráttinum, eiga at halda seg innandura.
Longri norðuri er støðan tann beint øvugta. Har hevur veðrið verið ringt við nógvum vindi og regni, og myndugleikarnir hava verið noyddir at senda tyrlur at bjarga fólki, sum høvdu leitað sær upp á húsatekjurnar undan tí nógva vatninum.
Í Asia eru bæði hiti og regn. Í India og Pakistan hava tey havt upp í 48 hitastig, og hitabylgjan hevur nú breitt seg til Nepal og Bangladesh. Í Pakistan eru minst 375 fólk deyð av tí nógva hitanum, og indisku myndugleikarnir siga seg hava ffrætt um 200 fólk, sum eru deyð.
Í Kina eru meiri enn 400 fólk deyð í vatnflóð og skriðulopum seinastu dagarnar. Myndugleikarnir hava flutt meiri enn 330.000 fólk burtur úr vandaøkjunum. Bara í ídnaðarbýnum Wuzhou eru meiri enn 100.000 fólk flutt burtur.