Nú um dagarnar fáa vit í Hoyvíkshaganum eina dýra heilsan frá P/F hitafelagið. Vit skulu rinda 35% eyka hetta til jóla. Hetta merkir í mínum føri at í staðin fyri at rinda kr. 14.544 fyri ár 2000, skal eg rinda kr. 19.296,-. Seinastu mánaðirnar skal eg rinda kr. 2.796,- um mánaðin.
Sjálvur havi eg fleiri ferðir víst á, at okkurt ikki ruggar heilt rætt í hesum felag. Havi víst mína ónøgd yvirfyri nevndarlimum og stjóra. Enn veit eg ikki hvør ræður í hesum felagnum. Er tað nevndin, er tað stjórin ella leggja teir ráð saman at knokkroyta okkum. Eitt er í hvussu so er greitt. Tað eru ivasamar reglur og grundgevingar fyri útrokningum av prísum. Vit kunnu ikki bert hyggja tigandi at.
Vit vita, at felagið ikki rindar eina krónu í olju. Felagið fær sína orku frá brennistøðini á Sandvíkahjalla. Hitafelagið er als ikki tegnt at oljuprísi. Fyri tann skyld kundi toskaprísurin verið grundarlag fyri kilowattprísinum. Men vit kunnu staðfesta at eftir eitt rekordheitt og sera sólríkt summar fáa vit rekordhøga hitarokning.
Stjórin og nevnd síggja sær nú møguleikan at fylla posan á tamb, nú oljuprísurin er í hæddini. Tað er ikki mín uppgáva at marknaðarføra hetta illadámda felag, men eitt hugskot kundi verið at latið prísin verið á sama støði og nú. Tað hevði merkt, at áhugin hjá teimum, ið nýta oljufýring fór at økjast at knýta seg í fjarhitaskipanina. Fleiri brúkarar, lægri prísir, logiskt ella? Stjórin hevur janvan greitt frá, at ov fáir brúkarar eru í skipanini, og tað er ein frágreiðing uppá at eingin lækking er í prísinum. Men hóast okkurt hissini hús knýtir seg í skipanina, hevur eingin munandi lækking verið at sæð seinastu 10 árini.
Eg skal ikki mæla til nakað, ið kann koma okkum aftur um brekku, men eg kundi hugsa mær at eigarafeløgini taka málið upp til viðgerðar. jólini nærkast, og børnini vænta sær eina jólagávu, og tað ætli eg mær at geva teimum. So, má hitarokning verða hitarokning. Eg haldi, at kr. 1.212,- um mánaðin er nokk.
Spurningurin er um vit eiga at fáa ein sakførara at kanna um felagið verður rikið á ein lógligan hátt og um mannagongdir og útrokningar eru í stríð við galdandi lógir. Býráðið og SEV kunnu neyvan hava tað liggjandi á sær at ákæra kanska verður reist ímóti teimum. Kanska onkur av nevndarlimunum av sínum eintingum ger eina roynd at broyta mannagongdina, ið sigur at felagið fylgir oljuprísinum og annars hyggja við kritiskum eygum at leiðsluni í felagnum. Tað er nógv fyri at umhugsa at selja hús, tí ein ikki hevur ráð at rinda fyri hita. Vit kunnu ikki vera hann fyri uttan. Men kr. 20.000,- um árið kann ikki góðtakast.
Líggjas Høgnesen