HJÁLPARARBEIÐI: Leygardagin lat nýggja Hitastovan hjá Herbergi Frelsunarhersins upp í Havn.
Til móttøkuna vóru fleiri røður hildnar - major Njál Djurhuus legði fyri, og síðan talaði Ingibjørg Berg, kommunustjóri, Bjørghild Djurhuus forkvinna í Trivnaðarnevndini hjá Tórshavnar Kommunu og Martin Kúrberg, dagligur leiðari á Herberginum. At enda helt borgarstjórin, Heðin Mortensen, røðu og klipti snórin inn til Hitastovuna.
Nýggja Hitastovan er at meta sum eitt framhald av tí virkseminum, sum hevur verið í Herbergium síðani tað lat upp í 1998.
Ein partur av hesum tilboði er ein rúsfríur búfelagsskapur, samstundis sum húsið verður brúkt sum dagtilhald eisini. Hitastovan er gjørd fyri at fáa munandi betri umstøður til hetta dagtilboðið.
Og arbeiðið hevur gingið skjótt. Sambært heimasíðuni hjá Frelsunarherinum samtykti stýrið á heysti í fjør at fara í samráð við Tórshavnar Kommunu um hesa verkætlanina. Og nú er hon so tikin í nýtslu.
- Ja, arbeiðið við at byggja hitastovuna hevur gingið bæði skjótt og væl, sigur dagligi leiðarin, Martin Kúrberg, sum eisini væntar at hølini fara at verða nógv brúkt.
- Her vilja vit hava opnar armar, og vilja taka ímóti øllum vitjandi við virðing og umsorgan.
Nú nýggju hølini eru tikin í nýtslu, verður eisini upplatingartíðin víðkað.
Mynd: Frelsunarherurin.fo