UPPFINNARI: Í 2008 byrjaði Heri Schwartz Jacobsen at arbeiða við sínum hugskotið um at gera ein hitavekslara til spillvatn. Heri hevði eitt fulltíðarstarv, men um kvøldarnar og um vikuskiftið nýtti Heri so nógva tíð sum gjørligt til at arbeiða uppá hitavekslara.
Umframt at hava eitt fulltíðarstarv, var Heri um hetta mundið eisini virkin tónleikari í bólkinum Boys in a Band, sum fekk sítt stóra gjøgnumbrot tá. Men tankarnir um hitavekslaran hildu fram at veksa seg størri í hugaheiminum hjá Hera.
Árini gingu, og í 2012 flutti Heri til Danmarkar, har hann byrjaði at lesa til verkfrøðing á lærda háskúlanum DTU í Keypmannahavn. Her hitti hann Boga Bech Jensen, sum var lektari á DTU.
- Eg greiddi Boga frá mínum hugsanum um hendan hitavekslaran, og vit báðir gjørdu av, at arbeiða við hesum í felag, sigur Heri Schwartz Jacobsen.
Tá hetta samstarvið byrjaði kundi Heri umsíðir fara undir at framleiða eina veruliga vøru.
- Tá Bogi kom uppí tók eg avgerð um at steðga í skúlanum, og ístaðin arbeiða fulla tíð við hitavekslaranum, sigur Heri.
Síðani hava teir báðir arbeitt miðvíst við hitavekslaranum, og nú er hitavekslarin at finni bæði í skúlanum úti í strondum í Sjóðar kommunu og seinni í ár í svimjihøllini í Havn.
Næsta stigið hjá Hera og Boga er at fara til Danmarkar, og gera eitt toymi har, sum kann selja hitavekslaran, og annars at seta fokus á føroyska og danska marknaðin. Í Føroyum hevur Jákup Bech Jensen staðið fyri søluni, og hann fer eisini at standa á odda, tá ið fyritøkan skal út í danska samfelagið.
- Drívmegin er í veruleikanum at gera heimin til eitt betri stað. At minka um Co2 útlátið, og soleiðis vera ein partur av broytingini, sigur Heri.
Tá hann byrjaði í 2008 væntaði hann, at hitavekslarin fór at vera klárur í 2009. Men hóast tilgongdin hevur verið nakað longri enn upprunaliga ætlað, so hevur Heri ikki mist móti.
- Eg havi trúð uppá hugskotið síðani eg fekk tað, sigur Heri, sum í dag er ógvuliga glaður fyri, at hitavekslarin umsíðir er farin út í føroyska samfelagið at virka.
Heri leggur dent á, at uttan hansara familju, vinfólk, og "heimsins tolnastu damu", sum hann tekur til, varð dreymurin um at gera ein hitavekslara til spillvatn ongantíð vorðin veruleiki.