Hitin ger landið til eina krúttunnu

Bæði í Turkalandi og Grikkalandi eru fleiri túsund fólk flutt burtur, tá skógareldur nærkaðust bygdum øki, samstundis sum hitin hevur ligið millum 40 og 45 stig.

 

Grikkaland og Turkaland eru hart rakt av skógareldum. 

 

Ræðandi myndin oman fyri er tikin í bygdini Limni á oynni Evia týsdagin í hesi vikuni. Bygdin liggur umleið 160 kilometrar norðan fyri grikska høvuðsstaðin, Athen.

Herviligir skógareldar hava higartil kostað 12 fólkum lívi - átta eru deyð í Turkalandi, tvey í Grikkalandi og tvey í Italia. Haraftrat hava fleiri fingið bruna-og roykskaðar, og sløkkiliðsfólk hava eisini verið fyri skaðum.

Grikski ríkisleiðarin, Kyriakos Mitsotakis, sigur, at landið er í einari ógvuliga truplari støðu eftir fleiri dagar við hitabylgju, sum hevur gjørt Grikkaland til eina krúttunnu, sum hann tekur til.

Bæði í Turkalandi og Grikkalandi eru fleiri túsund fólk flutt burtur, tá skógareldur nærkaðust bygdum øki, samstundis sum hitin hevur ligið millum 40 og 45 stig.

Sjálvt í grikska høvuðsstaðnum, Athen, er luftgóðskan ikki til at halda út av royki og øsku frá skógareldum, sum herja yvir býin.