Hitmen við múrin

Ein hin besti føroyski dansibólkur í nýggjari tíð, siga fyrireikararnir.

Hitmen er eitt tað nýggjasta dansiorkestrið í Føroyum og í summar skulu teir spæla við Múrin í Kirkjubø.

 

Danski forsangarin Søren Gaard Petersen er kendur frá tí víðagitna danska bólkinum Robbie Williams Jam.

- Hann hevur orð á sær fyri, at vera ein av bestu livesangarunum í danska kongaríkinum, har hann ferð eftir ferð megnar at undirhalda og engagera áhoyrarafjøldina, skriva fyriskipararnir.

 

Hitmenn leggja dent á at spæla tónleik, har tú ikki fært hildið tær frá, at fara út á dansigólvið. Listin av løgum fevnur í høvuðsheitum um tey bestu og nýggjastu hittini, men lop eru aftur í 70 árini til sveitutt diskoløg, ið eitt hvørt dansiorkestur við virðing fyri sær sjálvum má spæla. Gestirnir kunnu tí gleða seg til løg hjá eitt nú Bruno Mars, Adele, Katy Perry, Rasmus Seeback, Robbie Williams, Abba, Earth, Wind and Fire, Kool and the Gang, Medina, Michael Jackson, Maroon 5 og Jessie J.

 

Limirnir í bólkinum eru millum teir royndastu á føroyska tónleikapallinum. Sangari er Søren Haugaard Pedersen, Brandur Jakobsen spælir trummur, Kristoffer Mørkøre spælir bass og syngur undir, meðan Bartal Augustinussen spælir guitara og syngur undir.