Hittast í dalinum á Skála

HB hevur ikki tapt á Skála síðani í 2005

Seinnapartin fær Skála fyri aðru ferð í ár vitjan av HB. Fyrru ferðina vann HB 3-2. Adrian Justinussen skoraði sigursmálið við rimmar frísparki, tá ið ikki so nógvir minuttir vóru eftir.

 

Felags fyri Skála og HB er, at tað higartil í ár ikki hevur vignast, sum teir høvdu vónað. Hjá HB kennist tað sum at vera í dalinum, tá ið toppurin eftir níggju umfør er 12 stig burtur, og hjá Skála er hevur úrtøkan verið so mikið soltin, at Skála er aftast við fýra stigum.

 

Fyrr í vikuni var tað ógreitt, hvussu tað verður við nýggja álopsspælaranum Jamiu Ajibade. Hann er á Skála, men mikudagin vóru loyvini ikki komin uppá pláss. Tað kemur illa við, at framrættaðu Andreas Egeberg Jacobsen og Dávid Johansen eru so mikið skaðadarvaðir, at teir í vikuni ikki hava vant saman við liðfeløgunum. Tað er rættiliga ivasamt, um teir vera tøkir í dag.

 

Hjá HB er landsliðsmálverjin Teitur Matras Gestsson tøkur aftur eftir leikbann. Hilmar Leon Jakobsen, Hanus Førensen og Gustav Kjeldsen eru so mikið skaðadarvaðir, at teir hava ikki vant saman við liðfeløgunum.

 

Tølini siga, at HB plagar at hava tak á tí, tá ið liðið vitjar á Skála. Heimaliðið hevur ikki vunnið stig ímóti HB undir Mýruhjalla síðani í 2017, tá ið tað tvær ferðir endaði málleyst. Skálamenn hava ikki vunnið ímóti HB á heimavølli síðani í 2005, tá ið fyrri dysturin endaði 4-3. Einasti maður, sum var við ta ferðina, og sum framvegis spælir í bestu deildini, er Pætur Dam Jacobsen, ið var ein av malskjúttunum hjá Skála. Hetta árið endaðu Skála og HB við 50 stigum. Skála vann silvur, og HB vann bronsu.

 

Skála – HB: Rúni Olsen kl. 15.00.