Hittast tvær ferðir í fýra dagar

Tað er stór kapping um plássini á HB liðnum, sum er á veg vestur til Sørvágs, har 07 Vestur síðstu ferðirnar hevur staðið seg væl

Í dag hittast 07 Vestur og HB í Sørvági, og aftur mikudagin hittast 07 Vestur og HB í Sørvági. Í dag er tað í landskappingini, og mikudagin verður tað í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

 

Tað er ikki so ofta komið fyri, at 07 Vestur í bestu deildini hevur vunnið tríggjar dystir á rað. Men soleiðis er tað nú. Síðstu vikurnar hevur 07 Vestur vunnið ímóti TB, ÍF og Víkingi. Góða gongdin hevur við sær, at 07 Vestur nú er á fimta plássi, og at tað er stutt fram til fjórða plássið og Víking.

 

Hetta er onnur ferðin í ár, at HB fer vestur til Sørvágs at spæla landskappingardyst. 30. apríl vann HB 3-1.

 

Hjá 07 Vestur er Uros Stojanov plágaður av skaða í rygginum, og tað er ivasamt, um  Jóhann Hansson Joensen og Teitur Olsen eru førir fyri at spæla.

 

Jákup Martin Joensen hevur nógv fólk at velja ímillum í HB. Daniel Johansen er aftur í HB, eftir at hann hevur verið í Fredericia og roynt seg, og Adrian Justinussen er tøkur aftur, eftir at hann hevur verið plágaður av skaða í rygginum. Einasta ivamálið er, um Samuel Johansen Chukwudi er førur fyri at spæla.