Hittir systir sína fyri fyrstu ferð

Í dag flýgur 59 ára gamli Haakon Carlsson til San Francisco at vitja 80 ára gomlu systir sína fyri fyrstu ferð. Hóast hann hevur vitað, at hann hevur havt eina systir í Amerika í fleiri ár, hevur hann ongantíð gjørt nakað við hetta fyrr. Nú spreiðir hann veingirnar og flýgur til USA fyri at heilsa uppá hana og familju hennara

 

Familja


Húsini við bláu hurðini í Sløttulíð í Havn eru karmur um samrøðuna. Her býr Haakon Carlsson, ein eldri maður við brillum, yvirskeggi og gráum hári.

Haakon Carlsson skal í dag flúgva til San Francisco at vitja 80 ára gomlu systir sína, Alda Nab, sum býr í lítla býnum Lodi, eystanfyri San Francisco. Hann hevur ongantíð møtt henni áður, og er hetta somuleiðis eisini hansara jomfrúferð til USA.


Ikki nakað nýtt


Haakon Carlsson er føddur við Rættará í Havn, og hann hevur búð her alt sítt lív. Hann er giftur við konu úr Hósvík og saman eiga tey tríggjar dreingir. Seinastu 25 árini hevur Haakon starvast í sveisingarhandlinum í Havn.

Upprunaliga hevur Haakon Carlsson trý systkin. Men harafturat átti mamman fimm børn áðrenn. Pápin, íslendingurin Ferdnand Herman Carlsson, átti tvær døtur í Íslandi, sum hann tó ongantíð fortaldi føroysku børnunum um.

? Pápi fortaldi okkum ongantíð um systrarnar í Íslandi. Ikki fyrr enn hann doyði í 1960, fortaldi mamma okkum um tær, og stutt eftir kom onnur teirra til Føroya á vitjan, greiðir Haakon frá. ? Alda, tann, sum eg nú skal vitja er hin systirin, sum eg jú ongantíð havi møtt áður, men havi vitað um leingi. Hon varð gift við einum amerikumanni beint eftir kríggið, og flutti yvir har.



Kennist undarligt


-? Eg ætli mær yvir til teirra at møta familjuni, siga góðan dagin og heilsa uppá tey, sigur Haakon.

-? Sjálvandi eri eg eitt sindur fjálturstungin, men eisini spentur. Vit hava tosað fleiri ferðir í telefon, skrivað brøv og sent bíløt. Nú er manglar bara at síggja menniskjuni aftanafyri. Tað kennist undarligt, men eg eri ógvuliga spentur at vita, hvat kemur burturúr.


Ikki lætt


Haakon Carlsson hevur ferðast runt ymsastaðni í Europa fyrr, men hetta er hansara fyrsta ferð til eitt so stórt land sum USA.

? Tað er ikki so langt síðani, at eg fann útav, hvør systir mín yvirhøvur er. Eg havi jú leingi vitað, at eg eigi eina systir í Ameriku, men eg havi ongantíð vitað, hvar ella hvat eftirnavn hon hevur. Men tá ein systirsonur fór til California at spæla eina plátu inn, fór hann at vitja familjuna har, og fekk eg so bústað og telefonnummar frá honum. Eg ringdi so til teirra og presenteraði meg, og tey vórðu ógvuliga glað at hoyra frá mær.

Haakon sigur, at tað verður ikki lætt at fáa eitt bróður-systir samband í lag. Tey hava hóast alt ikki havt nakað samband alt lívið.

? Eg eri sjálvur ikki ungur longur, og Alda fyllir 80 ár komandi vikuskifti, so ongin veit um vit yvirhøvur møtast aftur, sigur Haakon. ? Eg vóni bert, at alt gongur væl. Familjan har yviri er jú á ein hátt fremmand, og á ein hátt kenni eg tey, tí eg havi tosað við tey og tí vit hava skrivað saman.

? Men Alda eigur jú fleiri børn og vit eiga børn, og kanska tey einaferð í framtíðini fara at koma hendan vegin. Ongin veit, hvat kann henda, sigur Haakon Carlsson, sum nú er á veg til San Francisco.