Hittust aftur 50 ár eftir realskúlan

Fríggjadagin 23. juni stevndu realskúlanæmingarnir, sum fóru í realskúlan í Havn í 1945 og vóru liðug í 1950, saman fyri at halda hetta 50 ára minni

Jákup Lindenskov


Fríggjadagin 23. juni stevndu realskúlanæmingarnir, sum fóru í realskúlan í Havn í 1945 og vóru liðug í 1950, saman fyri at halda hetta 50 ára minni.

Tey hittust seinrapartin í teim gomlu skúlahølunum, har skúlastjórin, Hanus Joensen, beyð teimum at verða vælkomnum um ta slitnu stovugáttina og frøddist um tað, at so fornir næmingar mintust skúlan ? í hvussu er við sorgblídni. Hann nevndi, at hann fyri kortum hevði havt fleiri av teimum gomlu vitnisburðarbókunum hjá næmingum á hondum ? heilt aftur til 1916, men skuldi ikki koma meira inn á hetta.

Aftan á at næmingarnir høvdu prátað saman, havt lítla minningarløtu um teir 11 dreingirnar, sum farnir eru av verðini, vísti Hanus loftið á skúlanum, sum hesir fornu næmingarnir ongantíð høvdu sæð.

Loftið er vítt og í dag verður tað brúkt til telduundirvísing, køksundirvísing og undirvísing í seyming. Tað er at siga, at sungnir vórðu nakrir sálmar í somu stovu, har vanligt var at hava morgunsang fyri 50 árum síðani.

M. a. var sálmurin »I østen stiger solen op« og »Alt står i Guds faders hånd« sungnir av hjartans lyst. Tá var danska sálmabókin brúkt.


Hildu veitslu

í Mettustovu

Aftaná fóru øll oman í Tilhaldið í Tórsgøtu, har Vanja Petersen, fyristøðukvinnan tók ímóti hesum nýklæktu pensjónistum, vísti teimum húsini og greiddi frá Tilhaldinum.

Síðani fingu tey ein kaffisopa og køku afturvið, og har var rættuliga hugalit at síggja prátið millum tað fólk, ið har var komið.

Nakað av myndum var sett upp í hesum sambandi, sum annars verður at síggja, tá myndir verða sýndar av skúlanæmingum í Havn á ólavsøku.

Leiðin gekk síðan oman á Reyn og vitjað var í Nýggjustovu í gomlu Klokkaragøtu. Henda vitjanin var sera forvitnislig, tí hetta vóru húsini, har nógv umrødda Beinta ella Barbara hevði til húsa - og umframt onnur navnfrom fólk var hetta eisini heimið hjá V. U. Hammershaimb, grundleggjaranum av mállæru, her búði hann tey nógvu barndóms og ungdómsárini.

Um kvøldið var veitsla hildin í Mettustovu. Kokkurin Leif Sørensen hevði reikað fyri góða verðanum og bæði prát, sangur og røður annars vórðu havdar frammi undir sera góðum umstøðum. Hýrurin var av tí allarbesta, og kvøldið endaði heima hjá Malenu og Hjarnari Djurhuus til út á náttina.

Av teimum, vit síggja á myndirni, eru tær fimm búgvandi uttanlands, í Noreg, í Danmark og í Onglandi, og serliga var tað dámur yvir hesa samveru við teirra luttøku. Onkrir sangir vórðu gjørdir til dagin, og ein teirra hevði Jukim, Maður Elsbeth (Sloan) yrkt. Tey á myndini frá vinstru:


Prátið hetta kvøldið kom eisini inn á brandin í Tinganesi í 1950. Hetta kvødlið, 23. mai, vóru vit boðin heim til klassalæraran, Martin Holm, sum búði á Heygnum Mikla. Veðrið var av tí fagrasta, og gingið varð fót fyri fót til hús. Fyrst niðan eftir Sanatoriivegnum, Oyggjarvegnum og oman eftir Varðagøtu. Tá vit koma oman móti húsunum hjá Williami Heinesen, sóu vit roykin og eldlogan - og so til beins.

Tá vit komu oman á Vaglið, kemur ein Vauxhall koyrandi við ferð niðaneftir - og við floytuni í botn. Vit sóu, hvør bilstjórin var?

So út í Tinganes, har øll náttin gekk. Stórur var eldurin, og roynt varð at bjarga búnyttum úr uttaru húsunum.

Hetta var dagur, ið seint fer úr minninum, so dapur hann var - og ikki minni, tá eldurin 1. juni legði Hotel Føroyar í øsku og ein ung genta lat lív.


Teir 11, ið farnir eru, síðani hesir realskúlanæmingar fingu prógv í 1950, eru hesir:

Harri Lava, f. 2/10 1933, d. 6/3 1971, jarðaður í Havn

Anders Hansen, f. 29/4 1933, d. 23/12 1974, jarðaður í Havn

Bjørn Isholm, f. 26/12 1933, d. 5/11 1977 í Lousanne og jarðaður har

Kjartan Justinussen, f. 16/1 1933, d. 4/10 1982 jarðaður í Havn

Árni Isholm, f. 13/12 1933, d. 4/7 1984, jarðaður í Havn

Símun Simonsen, f. 12/10 1932, d. 18/11 1989, jarðaður á Glyvrum

Fróði Mouritsen, f. 1/6 1934, d. 7/1 1993, jarðaður í Havn

Jóannes Andreasen, f. 7/9 1933, d. 17/1 1994, jarðaður í Havn

Andreas Johansen, f. 25/2 1934, d. 20/6 1996, jarðaður í Havn

Poul Sloan, f. 6/1 1934, d. 26/12 1999, jarðaður í Havn

Herluf Joensen, f. 21/6 1934, d. 26/12 1999, jarðaður í Oslo