Hóast Alberto Lysy er ein tann fremsti tónleikarin í heiminum á sínum øki, so hevur hann eisini vinarbond í Føroyum. Alberto Lysy og Eyvindur Mohr hava verið vinmenn síðan 1972.
Eyvindur Mohr var í italska høvuðsstaðnum Róm í 1972, har hann gekk á listaskúla. Tá fór hann saman við vinmonnum á konsert hjá bólkinum Camerata Lysy, og eftir konsertina komu Alberto Lysy og Eyvindur í prát. Hetta førdi til vinarlagið teirra millum.
Síðani hevur bólkurin hjá Alberto verið í Føroyum tvær ferðir og havt konsertir. Seinast var í 1978. Tað er eisini Eyvindur Mohr, sum saman við Norðurlandahúsinum hevur fingið bólkin hjá Alberto til Føroyar.
Spælt víða hvar
Alberto Lysy hevur verið víða um við violin sínari. Hann hevur spælt í Royal Festival Hall og Albert Hall í London, í Paris, Berlin og New York. Hetta ber boð um ein tónleikara, sum er høgt í metum kring allan heimin. Hann hevur eisini havt solospælið í so stórum orkestrum sum London Symphony orchestra. Og hann hevur avjørt livað upp til heitið sum heimskendur á ferðini í Føroyum.
Alberto Lysy hevur búð í Sveis síðan 1977, tá hann gjørdist næmingur hjá Yehudi Menuhin, sum hevði fingið eyga á tey serstøku evnini hjá Alberto. Menuhin setti á stovn ein skúla fyri tónleikarar, og her blómaði Alberto.
Í dag er Alberto lærari á hesum skúlanum í Sveis, sum hann saman við Menuhin hevur bygt upp. Harumframt spælir hann í bólkinum Camerata Lysy. Ein partur av hesum bólkinum er í Føroyum í hesum døgum.
Bólkurin hevur 16-20 strúkarar, men hann er ikki fullmannaður, nú hann er í Føroyum, tí hetta lat seg ikki hesuferð.
Á frímerki
Argentinarar hava eisini Alberto frammalaga í huganum, hóast hann ikki býr har longur. Hann hevur nevniliga fingið andlit sítt á eitt frímerki í Argentina, og eitt slíkt frímerki hevur Eyvindur Mohr fingið frá Alberto.
Vit í Føroyum eiga at kenna okkum heppin at hava fingið ein so kendan violinist til Føroyar, og hann hevur givið fólki eina uppliving fyri lívið.