Hjólið at fáa á Shellstøðunum

Hjólið, blaðið hjá áhugafelagnum Føroya Ellisakfør er nú at fáa á Shellstøðunum kring landið. Í blaðnum eru nógvar myndir og áhugaverdar greinar

Í blaðnum eru, umframt tíðindi frá felagnum, fleiri áhugaverdar greinar og
hópin av myndum, sum t.d. flaggdagskoyringin, vitjan hjá donskum
Mercedes-serfrøðingi, Krøniku-bilarnir frá kendu donsku sjónvarpsrøðini,
vitjanin hjá Biker-Jens í Føroyum, gamlar myndir og triði partur av
bilasøguni í Vágum, sum krimi-rithøvundurin, Einar Petersen, sáli, hevur
skrivað.

Hjólið er at fáa á øllum Shell-støðunum og kostar 20 krónur.