Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum?
Eg gekk í Nonnuskúlanum, so eg hyggi eftir um tær hava reinar negl.
Hvat er tað fyrsta tú gert um morgunin?
Eg trýsti á “gentag alarm” á míni fartelefon
Hvat stressar teg?
Mítt lív
Hvat gleðir teg?
Barnasmíl og spurvar
Nær feldi tú seinast eitt tár?
Tá ið Steven Spielberg gav út E.T. á DVD. Honum gráti eg altíð eftir.
Hvat var seinasta ynski, sum tú fekst uppfylt?
Eg velji at siterað Mick frá Rocky filminum: “Tú kanst ynskja í aðru hondina, og skíta í hina – so kanst tú vita, hvør verður fylt fyrst”.
Hvar arbeiðir tú?
Eg eri førandi mannliga fyrimyndin í Margarinfabrikkini og spæli sjónleik. Eg geri annars alt fyri pengar – og ikki fyri pengar.
Hví valdi tú at arbeiða innan sjónleikin?
Tað er har, eg hoyri heima. Eg havi verið ein spilopmakari alt mítt lív, so tá ið eg kann standa á palli og samstundis fáa pengar fyri tað, ja, so er valið bara logiskt.
Hvat lag er heimsins besta?
Eg eri ein “suckari” fyri songleikum. Eisini haldi eg, at tónleikurin hjá John Williams “rular”.
Hvat er besta uppfinningin og hví?
Knívurin. Tað er tað fyrsta amboði, sum okkara forfedrar gjørdu, og sniðið er ikki stórvegis broytt tann dag í dag. Eg havi altíð knív uppiá mær.
Hvat hevur tú í lummunum beint nú?
Eg havi altíð tey somu tingini í somu lummum. Hetta er nærmast tvangstankar. Eg havi knív, fartelefon, tyggigummi, Zippo tendrara, sigarettir, lyklar, húgvu, mappu og eina góða bók.
Hvat er títt besta heimaráð?
Búgv hjá mammu so leingi tú kann!
Hvat er keðiligast við Føroyum og hví?
Í øllum førum ikki veðrið. Skilji ikki at fólk kunnu gremja seg um veðrið. Vit hava livað her í øldir, og vit tillaga okkum til umstøðurnar. Tað keðiligasta er, at vit hava tað so gott, at vit kenna okkum noydd til at gera stór stríð um smálutir.
Hvussu ofta speglar tú tær?
Yvir miðal, vildi eg hildið. Sum sjónleikari má eg hava tamarhald á mimikkinum.
Hvussu ofta ert tú hjá frisør?
Aldrin! Eg eigi ein trimmara, men eg sleppi ongantíð at avgera hvussu mítt hár og skegg skal síggja út, tí at tað er altíð onkur leikstjóri sum sigur, hvussu eg skal síggja út.
Hvar ert tú um 10 ár?
Í Russlandi. Antin eri eg leiðari á einum stórum sjónleikaraskúla har...ella eri eg bums. Um man skal vera bums, so skal tað vera í Russlandi. Tey hava tríggjar kranar har – heitt vatn, kalt vatn og í tí triðja krananum er vodka!
Hvør er tín stuttligasta uppliving innan sjónleikin?
Tá ið vit spældu seinastu sýning av “Ronja Ránsmansdóttir”, ætlaði eg at spæla hund við Tóra í Hoyvík. Vit spældu báðir høvdingarnir, og tá ið vit skuldu bjóða hvørjum øðrum av til hólmgongu, kysti eg hann inniliga og fór av pallinum.
Tá ið hólmgongan var liðug, og hann lá eftirá, vildi beisti ikki reisa seg aftur, sum hann annars skuldi gera sambært leikritinum.
Tá eg so royni at lyfta hann upp, tekur hann um mítt høvd, og kyssir meg inniliga. Eg var púra paff, og hevði sera stórar trupulleikar við at siga mínar dramatisku replikkir