Aftur í ár fáa øll børn, sum ganga í fyrsta flokki súkkluhjálm sum gávu. Tað er felagsskapurin Kiwanis, sum fyri nøkrum árum síðani tók stig til hetta tiltakið, sum verður stuðlað av Føroya Sparikassa, MBM og Skipafelagnum.
Nú er summar og besta súkklutíð, og at súkkla er bæði sunt og stuttligt. Men tað er ikki vandaleyst. Serliga er tað høvdið, sum stendur fyri skotum, um illa vil til.
Tí er umráðandi, at børn eru í hjálmi, tá ið tey súkkla, standa á rulluskoytum, rullufjøl og tílíkum.
- Vit eru stuðlunum sera takksom, tí uttan teirra stuðul, var hetta tiltakið ikki møguligt, sigur Rúna Sivertsen, formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$