Hvat gert tú, um tú ert í einum parlagi, har makin er kontrollerandi og harðligur? Og hvat gert tú, um tú hevur illgruna um, at barn títt er í einum harðligum parlagi? Ein nýggj heimasíða, ditforhold.dk, ráðgevur bæði ungum, ið eru í harðligum parløgum, umframt foreldrum og vinum, ið standa á síðulinjuni og hyggja.
Ditforhold.dk er í høvuðsheitunum tilætlað ung ímillum 14 og 24 ár, ið eru í nýggjum parløgum.
Ein kanning frá Statens Institut fyri Folkesundhed vísur, at 77 prosent av ungum kvinnum, ið uppliva harðskap frá makanum, ikki leita sær hjálp. Fyri ungar menn er talan um 84 prosent. Tað er sostatt truplari hjá monnum at søkja hjálp, um teir hava verið útsettir fyri harðskap frá makanum.
Tað er ímillum annað trupult, tí maka-harðskapur er sera tabulagt evni. Tey ungu hava trupulleikar við at siga sannleikan fyri øðrum. Tað er eisini trupult fyri familju og vinir at vita hvat tey skulu gera, um tey hava illgruna um harðskap í einum parlagi. Við at práta um trupulleikarnir, kanst tú hjálpa tú unga víðari og fyribyrgja onnur harðskapsmál.
Á heimasíðuni ditforhold.dk kanst tú millum annað lesa um hvørji tekin tú skalt verða varugur við, og hvussu tú skalt tosa um evnið.
Heimasíðan eitur www.ditforhold.dk.