Hjálpararbeiðið byrjaði í 2008, tá John og konan Ildiko fóru undir hesa verkætlanina.
Hann starvast hjá NEMA í Havn, og í 2009 setti hann á stovn henda hjálparfelagsskapin saman við tveimum starvsfelagum.
Teir gjørdu ein túr til Rumenia í fjør og ein fyrraárið, og hava her fingið samband við fleiri fólk. Gjøgnum hesi fólkini hjálpa teir børnum, einkjum, familjum, faðirleysum, skúlum og sjúkrahúsum.
- Vit hjálpa ikki bara við klæðum, men eisini við tingum til húsarhaldið, mati, máling, súkklum og tílíkum. Vit ynskja at tey fáa eitt nýtt lív, bæði her á jørð og í Himli, greiðir John frá. Teir miða nú eftir at gera tveir túrar um árið til Rumenia, sum er fátækasta landið í ES.
Til tað tørvar teimum sjálvandi klæðir, og tí heita teir á fólk um at senda teimum ymiskt, ið egnar seg at lata fólkinum í økjunum, teir arbeiða í.
- Vit miða eisini eftir at kunna gera ein bóndagarð her, sigur John H. Johansen.
FAKTA
Charity to People
Stovnaður í 2009 av John Holgarsson Johansen, Oluf Joensen og Eigil Andersen, sum allir starvast hjá NEMA.
Meiri fæst at vita um henda kristna felagsskapin á heimasíðuni www.charitytopeople.com