Seks franskir ríkisborgarar eru skuldsettir fyri at hava roynt at smugla børn úr Afrika til Evropa Myndugleikarnir í afrikanska landinum Tjad hava gjørt av at reisa ákæru ímóti seks fronskum hjálparstarvsfólkum fyri at hava roynt at smugla meiri enn 100 børn til Evropa. Fýra fólk úr Tjad eru eisini skuldsett í málinum.
Tey seks vórðu tikin í oktober, tá myndugleikarnir í Tjad steðgaðu einum sponskum flogfari, sum skuldi flyta børnini til Fraklands.
Tey tiknu arbeiddu hjá franska hjálparfelagsskapinum Zoe´s Ark. Felagsskapurin segði upprunaliga, at børnini vóru úr sudanska landspartinum Darfur, og at tey høvdu mist foreldrini í krígnum har. Men kanningar avdúkaðu, at tey flestu børnini vóru úr Tjad.