Hjálparpakkin til listafólk er ávegis

Tónleikarar, og onnur listafólk, hava merkt koronakreppuna. Spælistøðini, har tónleikarar hava sínar framførslur, eru stongd, ella hava avmarkað sítt virksemi.

Tónleikarar vóru tíðliga í koronakreppuni í miðlum og gjørdu vart við, at Inntøkugrundarlagið var horvið. Tað frættist frá myndugleikum tá, at arbeitt var við at veita hjálp, eins og aðrir starvsbólkar hava fingið hjálp við sonevndum  hjálparpakkum.

 Fleiri tónleikarar standa spyrjandi, tí bólturin liggur enn hjá mentamálaráðunum og Listafólkasambandi Føroya.

In.fo hevur vent sær til landsstýrismannin í mentamálum, og spurt, hvussu er við hjálparpakkanum, ið skuldi fevna um listafólk.

- Mentamálaráðið arbeiðir við málinum, men bíðar enn eftir einari frágreiðing frá LISA. Hendan lovaða frágreiðingin skal hjálpa at útgreina hvørji tey eru, sum onga hjálp fáa, ella onga hava fingið í hjálparpakkunum 1 og 2, og hví. Fyri at kunna hjálpa hesum, og taka forðingina fyri, at tey kunnu fáa hjálp burtur, mugu vit lokalisera, hvør forðingin er, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum.

Listafólkasambandið, LISA, sigur seg tó hava sent frágreiðing.

- Vit hava tann 19. mars sent teimum eina áheitan, og í henni sagt hvat ið treingjur, sigur Marita S. Dalsgaard, forfólk í LISA.

- Vit senda enn eina frágreiðing í kvøld ella morgin, sigur Marita S. Dalsgaard.

Sostatt er gongd í málinum, og væntast kann, at hjálpin til listafólk er ávegis.